Uttanlands

Skansi nýggjar sáttmálar hjá Equinor

Hesir sáttmálar eru fyri Saeborg og Torsborg og vara í 8 mánaðir við møguleika fyri at longja til 16 mánaðir

Saeborg og Torsborg skulu arbeiða fyri Equinor í átta mánaðir fyribils

Saeborg og Torsborg skulu arbeiða fyri Equinor í átta mánaðir fyribils

2020-02-18 12:18 Author image
Jan Müller

Føroyska frálandsreiðaríið “Skansi Offshore” er eftir øllum at døma inni í hitanum hjá norska oljurisanum Equinor. Felagið hevur fingið tveir nýggjar sáttmálar fyri frálandsskipini Saeborg og Torsborg.

Tað var í farnu viku, at Equinor gjørdi sáttmálar um 8 veitingarskip til oljupallar (PSV) fyri eitt tíðarskeið uppá átta mánaðir. Sáttmálarnir byrja í mars og fevna eisini um optiónir tvs. møguleikar fyri at longja teir til 16 mánaðir. Reiðarí sum Eidesvik Offshore, Havila Shipping og Simon Møkster Shipping hava fingið sínar sáttmálar endurnýggjaðar, meðan amerikanska Tidewater og føroyska Skansi hava fingið tveir nýggjar sáttmálar hvør.

Reiðaríini Standard Drilling og Rem Offshore hava eisini tryggjað sær arbeiði í longri tíðarskeið til tvey PSV skip. Hesi eru Standard Supplier og Rem Trader, sum hava fingið uppgávur frá oljufelagnum Premier Oil.