Uttanlands

Skjóta seismikk eystan fyri føroyska markið

Norska TGS stendur fyri kanningini, sum fleiri oljufeløg eru við til at fíggja

Skjóta seismikk eystan fyri føroyska markið
2018-08-09 10:11 Author image
Jan Müller

 

Norska seismikkfyritøkan TGS boðar nú frá, at hon er farin undir eina umfevnandi seismiska kanning á Atlantsmótinum, skamt frá føroyska markinum, nevnd Erlend Wild West.  Talan er um eitt stórt øki, sum varð latið fleiri oljufeløgum til leiting í 30. útbjóðing í Bretlandi. Fleiri oljufeløg hava tikið seg saman og heitt á TGS um at fara undir 3D kanningina, ið hevur til endamál at kanna undirgrundina í fleiri av loyvunum, sum vórðu latin í 30. útbjóðing. TGS sigur í eini fráboðan, at stórur áhugi er fyri at fáa seismiskar kanningar gjørdar á Atlantsmótinum, aftrat teimum, sum longu eru gjørdar í hesum økinum. Talan er um fleiri sera lovandi øki, ið bæði fevna um fund, sum eru gjørd og um nýggj leitimið, ið oljufeløgini hava vónir um goyma olju og gass. TGS hevur annars áður staðið fyri fleiri seismiskum kanningum á Atlantsmótinum, eitt nú økjum, sum liggja tætt upp at føroyska markinum.

Kelda: TGS, Energy Voice