Innanlands

Skotskur oljujournalistur: Hugalig oljuframtíð á Atlantsmótinum

Víðagitni skotski oljujournalisturin Jeremy Cresswell, hvørs arbeiðsøki serstakliga er Norðsjógvurin

Skotskur oljujournalistur: Hugalig oljuframtíð á Atlantsmótinum

Kendi skotski oljujournalisturin, Jeremy Cresswell heldur, at Atlantsmótið tvs. økið millum Hetland og Føroyar, gongur eini áhugaverdari og jaligari oljuframtíð á møti.

2018-07-14 14:51 Author image
Jan Müller

Víðagitni skotski oljujournalisturin Jeremy Cresswell, hvørs arbeiðsøki serstakliga er Norðsjógvurin og økið vestan fyri Hetland, skrivar í seinastu netútgávuni av ”Energy Voice”, at tað er skeivt at koma til ta niðurstøðu, nú amerikonsk oljufeløg selja út av sínum ognum í bretskari oljuvinnu, at hetta kann gerast endin á oljuvinnuni í Bretlandi.

Tað er als einki óvanligt í, at stór oljufeløg, her serstakaliga amerikonsk, tá broytingartíðir eru í vinnuni so sum hon, ið rakti oljuprísin í 2014, broyta strategi og raðfesta onnur øki í heiminum, har tað best loysir seg at gera íløgur. Ein slík støða íkom eftir prísskrædlið, har fleiri stór amerikonsk oljufeløg valdu at vísa skifervinnuni í USA størri ans. Og at oljufeløg javnan selja burtur av loyvum er heldur einki nýtt. Tað hendir alla staðni alla tíðina. Loyvini skifta bara hendur. Hetta hendi m.a., tá eysturríkska oljufelagið valdi at selja sínar ognir til nýggja privatfíggjaða oljufelagið Siccar Point, sum nú er vorðið eitt av mest virknu oljufeløgunum vestan fyri Hetland. Sama hendi, tá Dong seldi sínar ognir til Ineos ella tá Maersk Oil seldi til Total. Og soleiðis kundi verið hildið fram. 

Skotski oljujournalisturin vísir á, at gongdin í økinum vestan fyri Hetland, eisini nevnt Atlantsmótið, er beint tann øvugta av tí, sum hendir í Norðsjónum. Her tykjast oljufeløgini tilreiðar at halda fram við og menna sítt virksemi og nevnir hann útbyggingina av Clair oljukelduni, ætlanina at byggja út bæði Cambo og Rosebank leiðirnar við markið og síðani nýggjastu slóðbrótandi útbyggingina av Lancaster oljukelduni har suðuri á Atlantsmótinum. Alt hetta eru tekin um eina positiva tilgongd á bretska landgrunninum.

Eingin orsøk til at óttast

”Eingin orsøk er til at óttast, at oljufeløgini rýma av Atlantsmótinum soleiðis økið her fær somu lagnu sum Norðsjógvurin. Tvørturímóti síggja vit her eitt oljuøki, sum er í sínum besta blóma”, sigur garvaði skotski oljujournalisturin, sum heitir á oljuvinnuna í Skotlandi um ikki at missa mótið fyri tað, um oljufeløg selja út av sínum ognum í Norðsjónum. Søgan er oftani tann, at tá fleiri av teimum gomlu stóru oljufeløgunum velja at selja út av sínum ognum, so eru tað oftani smærri oljufeløg, ið taka yvir og hava tey oftani eisini eina nýggja og jaliga tilgongd til loyvini tey taka yvir. Eitt dømi um hetta er Forties oljukeldan, sum BP seldi til Apache.

Hvat viðvíkur Chevron, sum hevur sett nøkur loyvi í Norðsjónum til sølu, heldur Jeremy Cresswell, at Chevron tykist hava ein serstakan áhuga fyri sínum loyvum á Atlantsmótinum júst á sama hátt sum t.d. BP og Shell hava um hesar leiðir.

Atlantic Frontier opportunities

Vit geva Cresswell orðið:

”Chevron is a global corporation; it has to place its bucks on what it believes to be the best bets. Like all US majors, domestic shale gas is the hottest place to place those bets.

Whether its Chevron or ConocoPhillips or Exxon or Marathon, all have refocused their business portfolios back in the US and necessarily so.

By hey! Chevron’s not leaving the UKCS. There is that rather large asset in the west of Shetland sector called Rosebank which seems to at last be edging close to full sanction.

It and perhaps other Atlantic Frontier opportunities associated with Rosebank are where the UKCS focus will necessarily be.

Consider this. BP has just raised its stake in the giant Clair field, Hurricane is moving confidently towards first oil next year from its huge fractured basement Lancaster field discovery and Shell is paying a great deal of attention to Cambo.

In that regard, Chevron is in excellent company, I believe.

Of course I feel for those who are currently fearful of their future; but at least there is a future planned and it could be a really positive one given current oil prices and projections,” skrivar kendi oljujournalisturin í netmiðlinum hjá Press and Journal, ”Energy Voice”, sum javnan viðger oljuvinnuna bæði í Norsjónum og vestan fyri Hetland.

Føroyaøkið – ein spurningur um tíð…

Hann minnir sínar lesarar á og undirstrikar týdningin, sum lutvíst nýggi oljulandsluturin vestan fyri Hetland, eisini vanliga nevndur Atlantsmótið (Atlantic Margin) hevur og fer at fáa. Og hetta eigur at vera góður musikkur fyri Føroyar eisini, sum vil hava oljufeløgini, ið eru virkin hinumegin markið, eisini at venda antennunum henda vegin. Helst er tað bara ein spurningur um tíð, til hesi oljufeløg fara at senda følarar út og vilja finna út av, um ikki oljuberandi løgini bretsku megin markið, eisini halda fram inn á føroyskt øki. Livst so spyrst.