Uttanlands

Søkja um loyvi at goyma CO2 í undirgrundini

Equinor, Shell og Total søkt um loyvi at goyma CO2 í stórum goymslum í norsku undirgrundini

2018-09-11 16:10 Author image
Jan Müller

 

Nógv eru átøkini kring heimin fyri at minka um útlátið av CO2 fyri harvið at minka um dálkingina av veðurlagnum. Nù um dagarnar søkti Equinor sman við Shell og Total norsku myndugleikarnar um loyvi at troyta eina goymslu í undirgrundini at goyma CO2 í.

Hetta er fyrstu ferð sum heild, at norskir myndugleikar hava bjóðað út øki í undirgrundini til at goyma CO2 í. Bert ein umsókn kom.

«Equinor og okkara samstarvsfeløg Shell og Total eru sera fegin um at hava fingið játtan uppá okkara umsókn og vit síggja fram til víðari samrøðurnar við myndugleikarnar,” sigur Per Gunnar Stavland, talsmaður fyri fyritøkuna Northern Lights, ið er eitt dótturfelag hjá teimum trimum oljufeløgunum, ið skal taka sær av uppgávuni.