Uttanlands

Spildurnýggj oljustrategi: Grønland letur upp fyri oljuleiting á landi eisini

Grønlendski landsstýrisformaðurin fer seinnapartin at lata upp fyri nýggju oljustrategiini

Grønland leggur nú til brots av nýggjum við eini olju- og gasstrategi, sum eisini inniheldur leiting á landi.

Grønland leggur nú til brots av nýggjum við eini olju- og gasstrategi, sum eisini inniheldur leiting á landi.

2020-02-17 10:16 Author image
Jan Müller

[object Object]

Grønlendska landsstýrið er farið undir eina spildurnýggja roynd at fáa altjóða oljufeløg at koma aftur til Grønlands og fara undir nýggja olju- og gassleiting - og sum nakað nýtt: oljuleiting á landi eisini. 

Í hesum sambandi er gjørd ein olju- og gasstrategi fyri komandi fýra  árini, frá 2020 til 2024, sum eingin minni enn sjálvur tann grønlendski landsstýrisformaðurin, Kim Kielsen, er farin út í heim at marknaðarføra. Hann er júst komin aftur av eini “sjarmuoffensiv” í Bretlandi og USA. Seinnapartin mánadagin fer hann at greiða frá nýggju oljustrategiini á einum tíðindafundi í Nuuk.

[object Object]

Stutt kann sigast um strategiina, at hon hesaferð eisini varpar ljós á leitiøki á landi. Hetta verður m.a. gjørt fyri at fáa fleiri smærri oljufeløg at søkja um loyvi, nú boring á landi krevur minni av oljufeløgunum.

Hetta er fyrstu ferð, at Grønland leggur seg eftir oljuboring á landi. Landboringar eru tó ikki nakað nýtt fyribrigdi í Arktis. Í Kanada troyta teir olju í landøkjum við sandi, sonevndum tjøruoljusandi. Í Alaska eru nógvastaðni boritorn á landi eins og tað í Ruslandi verður borað eftir gassi á landi í Sibiria.

At man nú eftir fleiri miseydnaðar boringar til havs nøkur ár herfyri, hevur valt at fokusera uppá øki á strondini, verður mett at vera ein fyrimunur, tí tað verður betri møguleiki hjá smærri oljufeløgum at søkja um leitiloyvi. Myndugleikarnir rokna heldur ikki við, at fleiri av teimum størru feløgunum, sum hava verið virkin í Grønlandi, men sum seinni hava tikið seg aftur, fara at koma aftur til Grønlands í bræði. Tí verður nú roynt at fáa smærri oljufeløg og sum ikki hava verið í Grønlandi áður at býta á.

[object Object]

Sambært grønlendska blaðnum Sermitsiaq, so er partur av nýggju strategiini tann, at við at leggja seg eftir landboringum, verður lættari uppá stytri sikt at fáa Grønland aftur á radaran hjá oljufeløgunum. Annað, sum skal draga oljufeløg aftur til Grønlands, eru justeringar og tillagingar á skatta- og avgjaldsøkinum og innan treytir annars, og haraftat at fáa gongd á eitt tættari samstarv við oljuídnaðin.

Í fororðinum í tí 50 síðu stóra  faldaranum, sum er gjørdur til marknaðarføringina av nýggju oljustrategiini, verður m.a. víst á, at Grønland sambært amerikanska jarðfrøðisstovninum goymir sera stórar nøgdir av kolvetnum, og at Grønland vil fegið sleppa at troyta hetta stóra ríkidømi, nú heimurin sambært øllum metingum fer at tørva olju og gass í mong mong ár aftrat. Kolvetnisríkidømið kann eisini vera eitt gott íkast til grønlendska búskapin.

[object Object]

Sí niðanfyri leinkju til faldaran, sum gjørdur er til tiltakið.

 

 

https://www.businessingreenland.gl/~/media/Erhverv/Olie%20og%20gas/Olie%20og%20%20Gas%20strategi/Oliestrategi%202019-2024%20DK%20-%2019-12-2019.pdf?la=da