Uttanlands

ST-frágreiðing: Útlátið má minka niður í helvt

Heimurin má minka um CO2 útlátið við 45% í 2030. M.a. skulu kjarnorkuverk og varandi orka avloysa kolaorku

ST-frágreiðing: Útlátið má minka niður í helvt

Kolaorkuverk eigur at stongja skjótast sigur frágreiðingin, sum eisini mælir til at minka um oljunýtsluna, meðan gassnýtslan kann vaksa í eina tíð

2018-10-09 13:14 Author image
Jan Müller

Skal tað eydnast at forða fyri, at altjóða upphitingin ikki fer upp um 1,5 stig, so er neyðugt at minka CO2 útlátið við 45% fram til 2030. Higartil er upphitingin hækkað við einum stigi. Upphitingin av jørðini fer at halda fram við 0,2 stigum komandi 10 árini við dagsins útláti. Umframt at minka útlátið við ymsum tiltøkum, so verður neyðugt at útbyggja kjarnorkuna og varandi orkukeldur. Kolanýtslan má minka við 80%. Oljan má minka við 40 til 80%. Gassnýtslan kann økjast eina tíð fram men má eisini skerjast munandi. Og skal man røkka málinum er eisini neyðugt við at fanga og goyma CO2.

Tá París avtalan varð gjørd í 2015 miðjaði hon móti, at upphitingin av klótuni skuldi í mesta lagi røkka 2 stigum men helst 1,5 stigum. Skal 1,5 stig markið røkkast verður neyðugt við tiltøkum, sum heimurin ikki hevur sæð áður.

Tað er eitt veðurlagtpanel undir ST, sum hevur lagt eina drúgva frágreiðing fram um veðurlagið.

Frágreiðingin frá ST panelinum «IPCC Special Report on Global Warming of 1.5°C» er ikki hugaligur lesnaður.

Nakrar av høvuðs niðurstøðunum eru hesar:

Munurin á 1,5 og 2 stigum upphiting fyri bæði náttúru og menniskju verður ógvusligur. Fleiri øgiligar hitabylgjur í Afrika, Miðeystri og Miðamerika. Matvøruframleiðslan svíkir, og harvið fólkaflytingar úr Afrika.

Men eydnast tað at stegða upphitingini til 1,5 stig, so kann tað vera við til at minka um mest ógvusligu avleiðingarnar so sum, at fiskastovnarnir ikki verða so hart raktir, og fleiri hundrað milliónir fólk færri verða rakt av hungursneyð og turki.