Innanlands

Stoltur at vísa Merkið fram á heimsins høvum

Klaksvíkingurin Andras Ellingsgaard hevur verið á brúnni á Thor Alpha í fjareysturi seinastu mongu árini. Nú er kósin sett móti Norðsjónum aftur.

Andras Ellingsgaard á brúnni á Thor Alpha á flestu av heimsins høvum øll tey 12 árini, síðani skipið varð bygt á Skála. Mynd Jan Müller

Andras Ellingsgaard á brúnni á Thor Alpha á flestu av heimsins høvum øll tey 12 árini, síðani skipið varð bygt á Skála. Mynd Jan Müller

2020-05-13 16:31 Author image
Jan Müller
placeholder

[object Object]

Vaktarskifti á Thor Alpha á Havnini. Andras Ellingsgaard, vm.  loysir av Tormóð Traðará. Mynd Jan Müller

Í vikuni kom eitt av teimum sjey frálandsskipunum hjá Thor í Hósvík, Thor Alpha, fyri fyrstu ferð heimaftur til Føroya, eftir at hava verið burturi í sjey ár. Skipið, sum fyri tað mesta hevur arbeitt í fjareysturi hesi árini, hevur fingið nýggja uppgávu um okkara leiðir og skal arbeiða saman við seismikkskipinum Ramform Vanguard í Norðsjónum. Eftir at hava skift føroyskan skipara og útgjørt skipið við ymsum vørum og tænastum tað skal brúka hesa komandi mánaðirnar, er Thor Alpha nú ávegis til norska landgrunnin. Við Andrassi á brúnni.

[object Object]

[object Object]

Oljan.fo var so heppin at tosa við teir báðar skipararnar, nú skipið lá á Havnini. (Sí samrøðu á oljan.fo við Tormóð Traðará) Við róðrið nú skipið hevur sett kós móti Norðsjónum er klaksvíkingurin Andras Ellingsgaard.

[object Object]

Hann er ikki hvør sum helst í reiðaríinum, nú hann hevur verið við at menna frálandspartin hjá Thor sum skipari á Thor Alpha í tólv ár. Andras heldur tað hevur riggað væl og vísir á, at tey meira enn 20 árini frálandsskipini hjá Thor í Hósvík hava arbeitt á heimsins høvum hava tey verið eitt gott íkast til føroyska samfelagsbúskapin bæði hvat arbeiðsplássum og inntøkum viðvíkur. Hóast skipini eru langt heimanífrá og røkja arbeiðsuppgávur ár út og ár inn, so seta hesar eisini ringar í sjógvin í Føroyum m.a. gjøgnum avleidda virksemið, sum fleiri  føroyskar veitarafyritøkur fáa lut í.

[object Object]

“Uttan mun til hvar í heiminum vit arbeiða, antin tað er við strendur Afriku ella longri burturi í fjareysturi, so hava vit sáttmálar við føroyskar fyritøkur at lata okkum bæði vørur og tænastur, tá tørvur er á hesum,” sigur Thor-veteranurin, Andras Ellingsgaard. Hann er nevniliga eitt gott dømi um føroyskan sjómann, sum trívist og er fegin um sítt arbeiði umborð á føroyskum frálandsskipi, hvar enn hann er stæddur í heiminum. Í samfull 12 ár, líka síðani føroyskt smíðaða frálandsskipið, “Thor Alpha” fór av bakkastokki á Skála, hevur hann verið á brúnni á hesi frægu skútu. Tey fyrstu árini saman við føroyskum maskinstjóra, men hesi seinastu árini sum einsamallur føroyingur saman við filipinarum og bulgarum.

[object Object]Skipari og reiðari á dekkinum á Thor Alpha við føroyska merkinum. Mynd Jan Müller

Nú sjey vikur eru farnar, síðani hann varð avloystur av starvsfelaganum, Tormóði Traðará, er hann altráður eftir at sleppa til sjós aftur. Tá Thor Alpha fyri fyrstu ferð í sjey ár legði at bryggju í Havn mánamorgunin, stóð Andras fremstur á bryggjuni og tók ímóti. Við hansara lið var reiðarin sjálvur, Hans Andrias Kelduberg, saman við konuni Súsonnu, sum tekur sær av logistikki og vøruinnkeypi hjá fyritøkuni, og tekniska leiðaranum, Ernst Løkjá. 

Fyri øll tey var hetta ein serstøk løtu, tí Thor Alpha var komið heimaftur eftir at hava siglt uttan steðg síðani 2013 á heimsins høvum. Og stutt eftir tað komu bilar við vørum til nýggju uppgávuna í Norðsjónum. Hans Andrias, sum hevur staðið á odda fyri virkseminum hjá reiðarínum øll árini, er errin av tí arbeiði, sum manningarnar á Thor skipunum gera á heimsins høvum hvønn dag, men hann er eisini fegin um tað avleidda virksemið, sum tey sjey Thor skipini borga fyri og sum kemur væl við hjá føroyskum fyritøkum. So hóast skipini eru langt av landi skotin, so ber eisini væl til at brúka føroyskar veitarar. Og Andras er skjótur at leggja aftrat, at hóast langt er millum Føroyar og arbeiðsplássini í eitt nú fjareysturi, so koyrir alt, sum tað skal. Er onkur maskina ella maskinpartur, ið skal skiftast út, so koma hesir úr Føroyum, meðan aðrar tænastur verða avgreiddar yvir netið. Millum fyritøkurnar, sum Thor brúkar, eru m.a. KJ Hydraulik, El-Service, Radio Service, Mest, DNV fyri bert at nevna nakrar.  Thor hevur viðlíkahaldsavtalu við KJ Hydraulik um service fyri allar kranarnar umborð. 

Nú Thor Alpha var heima varð eisini bunkrað og provianterað til nýggju uppgávuna í Norðsjónum.

[object Object]

Tveir av filipinsku manningini á Thor Alpha. Mynd Jan Müller

Hjá Thor síðani 2006

Andras Ellingsgaard er væl greiður yvir støðuna í frálandsvinnuni, nú tað leikar hart á við metlágum oljuprísi og korona og harvið eisini minni seismikkvirksemi og leiting, men hann vónar sum so mangir aðrir føroyingar, ið vinna sær til lívsins uppihald í hesi vinnuni, at tað fer at ganga hinvegin aftur. Heimurin hevur jú brúk fyri olju, so tað er bara ein spurningur um tíð, at kranarnir av álvara lata uppaftur. Hann dylur annars ikki fyri, at honum dámar væl júst frálandsvinnuna, tí her eru góðar umstøður at virka í og eisini góðar treytir annars til bæði arbeiðstíð og løn.

“Sjálvandi er tað gott at kunna vera heima hjá familjuni í nærum tveir mánaðir, men tá tað er sagt, so skerst ikki burtur, at tað altíð er gott at mynstra aftur. Og hetta at kunna fara út í stóru verð ger tað ikki verri. Tvøturímóti sleppur man eisini at uppliva nógv onnur lond.”

Hesi seinastu árini hava teir verið rættiliga víða um tó fyri tað mesta í fjareysturi. Nøkur av londunum og økjunum teir hava arbeitt í eru m.a.: Angola, Namibia, Indonesia, Taiwan, Korea, Australia, New Zealandi, Surinam, Meksiko flógvanum, Kanada og Norðsjónum. 

Andras, sum heldur seg hava upplivað nógv hesi árini, er einamest hugtikin av Indonesia við sínum 280 mió. íbúgvum. Hetta oyggjalandið fevnir sera víðað, og onkuntíð tá tú siglir úr einum enda í hin td. frá Sundastrætinum til Timor kanst tú sigla í tríggjar vikur uttan at síggja nakað. Tá kennir man seg lítlan. Tó á hesi leiðini sigldu teir framvið víðagitnu vulkanoynni Krakatau, sum sprongdist í luftina í 1800 talinum og sum er ein av kendastu vulkanunum í søguni.  

[object Object]

Framúr gott skip

Andras hevur bara gott at bera Thor Alpha, sum hevur roynt eitt sindur av hvørjum. Tað varð bygt á Skála saman við Thor Omega. Hesi bæði skipini hava tænt reiðaríinum væl. Andras, sum kennir Thor Alpha úr enda í annan, sannar, at her er talan um sera gott føroyskt handverk og ikki at gloyma arbeiðið hjá pólsku sveisarunum. Hyggja vit í bakspeglið so fegnast hann – saman við Thor stjóranum – eisini um at tann leiklut handverkarafelagið hevði fyri at fáa skipini bygd í Føroyum. Hóast 12 ár á baki sæst ikki rustur á tí. Skipið er sjógott og klárar seg í øllum veðri. Tað hevur roynst væl hjá Thor og hevur ongantíð ligið uttan uppgávur. Altíð verið til arbeiðis. Tað er eisini væl útgjørt við 4 motorum og fylgir eisini væl við tíðini við at brúka dieselolju heldur enn dálkandi tungu oljuna. Tað er sera økonomist og brúkar lítið av brennievni. Við skipinum eru átta mans, føroyski skiparin og síðani tveir filipinar og fimm bulgarar. Andrassi dámar væl at arbeiða saman við útlendingunum, sum eru lættir at hava við at gera og duga sítt arbeiði.

Tað hevur so ikki bara verið arbeiði øll hesi árini. Sum ein hjáveiða til sítt vanliga arbeiði til havs hevur Andras eisini havt nógvar góðar løtur, tá manningarskifti hava verið so sum gevandi løtur í Australia og í New Zealandi.

Føroyingar eru jú alla staðni, og tá manningarskifti var í Australia og leiðin gekk til Perth frætti hann, at ein havnarmaður, Jan Dam, búði har. Hann gjørdi ikki mætari enn at finna mannin og steðgaði so har í nakrar dagar. Tá uppdagaði hann eisini, at hesin Jan hevði sett upp køkin hjá sær á sinni. Og tá leiðin eina aðru ferð gekk til New Zealands fór hann á Facebook og mín sann, um hann ikki fann eina klaksvíkskvinnu, sum varð búsitandi í Auckland, dóttir Kristian Olsen, sála. Tað bleiv so eisini til ein steðg í nakrar dagar. Og soleiðis kundi verið hildið fram. Jú tað ber til at samansjóva arbeiði við góðar upplivingar á landi. Tað má Andras sanna. 

[object Object]

Hans Andrias fær eina hjálpandi hond frá hesum lítla garpinum, tá teir loysa á Bacalaokeiini mikumorgun. Mynd Jan Müller

[object Object]

Lítli Tóki heilsar, saman við reiðara, skipara og ynskir manning góðan túr um hav. Mynd Jan Müller

Forsýningsskip hjá seismikkflotanum

Uppgávan er at vera forsýningskip hjá seismikkskipunum. Í byrjanini hjá fyritøkuni Fugro men seinastu árini hjá PGS, hvørs samstarv við Thor hevur verið fyrimyndarligt. Høvuðsuppgávan er at lasta og goyma olju og flyta hana umborð á seismikkskipini, tá tørvur er á tí. Thor Alpa kann goyma upp til 900 kubikk av olju. Eisini siglur skipið við provianti og øðrum vørum. Tá manningarskifti er flytur Thor Alpha tær til lands og umborð, og oftani er teinurin so langur, at sovið verður umborð. Onkuntíð hava teir upp til 40 mans umborð í senn. So her liggur stór ábyrgd á herðunum hjá skiparum sum eitt nú Andrassi.

Andras er skipsføraralærdur í Havn og arbeiddi í fleiri ár á Tórshavnar Skipasmiðju. Eftir tað sigldi hann við donskum farmaskipi og fór harfrá at arbeiða hjá amerikanska frálandsreiðarínum Tidewater, har hann fekk sínar fyrstu royndir í frálandsvinnuni og arbeiddi í Afrika, Brasilia og í Norðsjónum.  Eftir tað var hann á skrivstovuni hjá Thor í Hósvík í tvey ár og loksins mynstraði hann umborð á Thor Alpha, tá hesin fór í drift í 2012. Har hevur hann verið síðani. Og tað hevur verið eitt spennandi lív. 

Andras dylur ikki fyri, at hann mangan hevur kent seg sera stoltan, tá hann hevur ferðast og arbeitt kring heimin undir føroyska Merkinum.

[object Object]

Merkið í húnar hátt nú farið verður aftur til arbeiðis á heimsins høvum. Mynd Jan Müller

Um framtíðina hjá føroysku frálandsvinnuni heldur Andras, at henni eigur at verða lív lagað, nú heimurin framhaldandi fer at hava tørv á olju. Tað er einki óvanligt at vera í einum aldudali, tí har kemur tú altíð uppaftur. Eisini heldur hann tað vera alla æru vert, at eitt so lítið land sum Føroyar við 50.000 íbúgvum eigur so mong frálandsskip umframt at manna skipini hjá mongum av kendastu frálandsreiðaríunum í øðrum londum. Vit skulu heldur ikki gloyma, at øll hesi skipini breyðføða nógvar føroyskar familjur. Hann verður ikki kløkkur, um samlaða talið av føroyingum í frálandsvinnuni kanska telur fleiri enn 1000 mans. Nú gleðir hann seg at fara umborð aftur sigur ein blíður og glaður Andras Ellingsgaard. 

[object Object]

Við komu tók flaggskipið í ferðavinnuflotanum ímóti. Mynd Jan Müller

[object Object]

...og við fráferð heilsaði flaggskipið í strandferðsluflotanum Thor Alpha. Mynd Jan Müller

[object Object]

Thor á veg til Noregs at veita sínar tænastur til Ramform Vanguard.

placeholder