Uttanlands

Stór føroysk luttøka á arktiskari ráðstevnu í Íslandi

Millum røðararnar eru Poul Michelsen, landsstýrismaður og Jógvan Fríðrikssson, bispur

2018-10-19 13:11 Author image
Jan Müller

Eftir fólkatalinum munnu Føroyar hava størstu umboðanina á stóru arktisku ráðstevnuni "Arctic Circle", sum verður hildin í Hørpuni  í Reykjavík í hesum døgum.  Við landsstýrismanni, bispi, borgarstjóra í Tórshavn, báðum føroysku fólkatingsmonnum og fleiri løgtingsfólkum á odda telur føroyska ferðalagið millum 20 og 30 umboð, sum eisini koma frá vinnuni, Fróðskaparsetrinum, Nora og øðrum feløgum við.

Ráðstevnan, sum verður hildin á hvørjum ári og sum eisini røkkur út til aðrar partar av heiminum, eitt nú var hon í Føroyum í fjør, varpar ljós á støðuna í arktiska økinum í dag og í framtíðini. Her hittast politikarar, vinnulívsfólk, granskarar og annars umboð fyri fólkini, ið búleikast í Arktis at umrøða hópin av spurningum sum veðurlagsbroytingar, nýggjar vinnulívsmøguleikar, livilíkindini hjá íbúgvunum í Arktis, varðveitan av og hóttanir uttanífrá á gerandismentanina og ikki minst geopolitiskar spurningar, sum viðvíkjandi hesum stóra økinum.

Ikki bert londini, sum hava mørk til Arktis, eru áhugað í slíkari ráðstevnu. Alsamt fleiri og fleiri lond kring heimin vilja gerast partur av framtíðar gongdini í Arktis og tí møta eisini týðandi politikarar og stjórnarlimir úr fleiri londum til tiltakið, sum byrjar í dag og endar mánadagin. Teirra millum eru japanski uttanríkisráðharrin, sum er ein av høvuðsrøðarunum. Men okkara Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, telist eisini millum mest týðandi røðararnar.

Millum aðrar politiskar røðarar og luttakarar úr Føroyum kunnu nevnast: Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavn, løgtingslimirnir Kári P Højgaard, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, Óluva Klettskarð, Bjørt Samuelsen, Anita Fríðriksmørk og Kaj Leo Johannesen. Haraftrat eru báðir fólkatingslimirnir Magni Arge og Sjúrður Skaale við.

Eisini fleiri umboð eru fyri vinnulívið, teirra millum Jan Ziskason, Føroya Tele, Rúni M. Hansen, Bakkafrost, Johanna á Bergi, Atlantic Airways og Ólavur Gregersen, Ocean Rainforest. Jákup Sørensen umboðar NORA og Laub Blaxekjær og Martin Olsen Fróðskaparsetrið. Jógvan Fríðriksson, bispur umboðar føroysku fólkakirkjuna. Aftrat hesum eru fleiri embætisfólk úr landsstýrinum. Í kvøld verður móttøka á føroysku sendistovuni í Reykjavík, har føroyski sendimaðurin Petur Petersen tekur ímóti saman við landsstýrismanninum.