Uttanlands

Stór olju- og gassútbygging eystan fyri Føroyar týðandi stig nærri

Shell og Siccar Point Energy latið fyritøku uppgávuna at tekna framleiðsluskip til Cambo oljuleiðina

Cambo oljukeldan liggur bert 4 kilometrar frá føroyska markinum og verður eftir øllum at døma útbygd til framleiðslu. Tað kann koma Føroyum til góðar í framtíðini.

Cambo oljukeldan liggur bert 4 kilometrar frá føroyska markinum og verður eftir øllum at døma útbygd til framleiðslu. Tað kann koma Føroyum til góðar í framtíðini.

2019-08-30 12:39 Author image
Jan Müller

[object Object]

Hetta verður helst sjónin um nøkur ár, tá farið verður eystur um føroyska markið.

Heimsins størsta oljufelag Shell hevur saman við oljufelagnum Siccar Point Energy av álvara sett út í kortið eina stóra útbygging av oljukelduni Cambo, sum liggur fáar kilometrar frá føroyska markinum.

Feløgini kunngera nú, at tey hava latið fyritøkuni Sembcorp Marine Rigs & Floaters, sum hevur heimstað í Singapore, uppgávuna at finna og menna rætta og best vælegnaða framleiðslu- og goymsluskipið til Cambo-leiðina. Hetta arbeiðið skal so vera klárt til í 2020, tá endalig støða verður tikin til útbyggingina.

At júst henda fyritøkan er vald merkir, at tað verður eitt cylindaraformað skip (FPSO), sum verður grundarlagið undir útbyggingini. Hetta verður met at vera tann bíligasta og tryggasta loysnin fram um eitt vanligt FPSO skip ella ein framleiðslupall. Sevan framleiðsluskipið er sera væl egnað til veðurbart farvatn og eisini djúpt vant. Tað var eitt skip av hesum slag, sum føroyska Atlantic Petroleum brúkti í fyrstu framleiðsluni í Norðsjónum á sinni. Mest kenda Sevan skipið finst á Goliat oljukelduni í Barentshavinum. Við at velja eina bíligari framleiðsluloysn á nýggju oljuleiðunum á Atlantsmótinum verður møguleikin fyri, at verkætlanin fer av bakkastokki, munandi størri. Um somu tíð hevur fyristøðufelagið eisini gjørt avtalur við aðrar veitarafyritøkur um at gera eina ætlan fyri útbúnaðin á havbotninum og eisini fyri eina nýggja gassleiðing til Hetlands.

[object Object]

Jonathan Rogers, stjóri í Siccar Point Energy fegnast um avgerðina at fara á tekniborðið við tí rætta framleiðsluskipinum.

Cambo – nærmasta oljukeldan

Cambo, sum er nærmasta oljukeldan við Føroyar, varð funnin í 2002 av oljufelagnum Amerada Hess, ein gamal kenningur frá fyrstu leitingini við Føroyar. Fleiri metingarbrunnar eru boraðir síðani, og tann seinasti hevur víst seg at vera sera væleydnaður og hevur givið bæði Siccar Point og Shell blóð uppá tonnina at fara undir hetta spennandi projektið.

Cambo er á 1100 metra dýpi. Siccar Point Energy er fyristøðufelag við 70% av loyvinum, meðan Shell eigur tey 30 írestandi prosentini. Shell, sum eigur fleiri loyvi í hesum umhvørvinum tætt upp at føroyska markinum, metti í fjør um framtíðina í økinum og gjørdi av at keypad seg inn í Cambo loyvið. At fáa eitt so fíggjarliga og tøkniliga sterkt oljufelag uppí Cambo hevur so av álvara lyft verkætlanina upp á eitt hægri stig.

Cambo verður eisini av greinarum mett at kunna fáa alstóran týdning fyri framtíðina á Atlantsmótinum, tí ein útbygging í hesum higartil lutvíst ókenda økinum, fer at skapa grundarlag fyri einum nýggjum infrakervi, sum so aftur kann fáa týdning fyri virksemið í grannalagnum.

[object Object]

Cambo keldan liggur heilt tætt við føroyska markið og í miðdeplinum av teimum báðum útbjóðingunum føroysku og bretsku megin markið.

Stóran týdning fyri Føroyar

Fyri oljuleiting við Føroyar vil ein útbygging av Cambo eisini fáa alstóran týdning, tí møgulig fund føroysku megin markið, og sum ætlanin verður at útbyggja, kunnu tá binda í Cambo og tess infrakervi. Eitt nú kann tað vera avgerandi fyri føroyska gassframleiðslu at kunna flyta framtíðar gass umvegis komandi leiðingina frá Cambo til lands í Hetlandi. Sostætt ber til at siga, at stig, sum verða tikin til bæði leiting og framleiðslu bretskumegin markið, kunnu fáa týdning fyri føroysku olju- og gassframtíðina.

Siccar Point sigur í tíðindaskrivi, at tað júst hevur sent almenna oljumyndugleikanum Oil and Gas Authority eina ætlan fyri eina komandi útbygging.

“Avgerðin at velja hesa framleiðsluloysnina er ein varði í Cambo-verkætlanini og fara vit at arbeiða tætt saman við Shell fyri at fremja hesa ætlan á ein so skynsaman hátt sum tilber,” sigur stjórin í Siccar Point Energy, Jonathan Rogers.

Mest sum allir oljumiðlar í Skotlandi bera fram jaligu tíðindini um Cambo á sínum heimasíðum og er greiða niðurstøðan tann, at skjótt 20 ára gamla Cambo oljukeldan kann gerast eitt týðandi vegamót fyri framtíðar oljuvirksemi á Atlantsmótinum tvs. økinum millum Føroyar og Hetland.

At Føroyar og Bretland júst um sama mundið hava latið upp útbjóðingar báðumegin markið er so enn ein hornasteinur í hesi spennandi tilgongdini.