Uttanlands

Stóra havnaútbyggingin í Aberdeen liðug í 2020

Henda skal tryggja víðari virksemi í elstu havnini í Bretlandi í mong ár aftrat

2018-11-29 13:41 Author image
Jan Müller

[object Object]Tað er ikki bara í Føroyum, at tað verða gjørdar stórar íløgur í nýggjar havnaútbyggingar í hesum tíðum. Eisini hjá grannanum fyri sunnan, Aberdeen í Skotlandi, fer fram stór útbygging og nýgerð av havnalagnum. Har eru tey í ferð við at fremja útbyggingar fyri góðar 3 mia. kr. við nýggjari havn og atløgubryggjum. Partur av hesi útbygging er ætlað nýggju vinnuni, decommissioning, sum er niður- og sundurtøka av gomlum oljupallum.

Nú um dagarnar komu 16 risastórir søkkikassar úr botongi á staðið, har hvør vigar 6000 tons. Hesir eru partur av grundarlagnum undir nýggju suðurhavnini í Aberdeen, South Harbour og eisini nevnd Nigg Bay. Ætlanin er, at nýggja havnin skal býtast upp í 14 sjálvstøðugar partar, sum fara at hava kollveltandi broytingar við sær við atliti til framtíðar havnavirksemið.

Havnaútbyggingin verður liðug í 2020 og ger havnina føra fyri at kunna taka ímóti skipum uppá 300 metrar. Ætlanin við nýggju havnini er at kunna taka ímóti skipum av ymsum slag, tvs. frálandsskipum, fiskiskipum og ferðamannaskipum. Ein partur av havnini fer so at verða brúktur til sundurtøku av gomlum oljupallum. Aftrat hesum fer havnalagið eisini at kunna hýsa útgerð og útbúnaði til oljuvirksemið sum heild í hesum økinum og í grannalagnum.

Aberdeen er elsta havnin í Bretlandi og hevur í eitt mannaminni hýst bæði fiski- og frálandsvinnuni. Leingi hevur verið trongligt í verandi havn, nakað sum føroyskir sjómenn munnu kenna alt til. Fyri ikki at missa virksemið til aðrar havnir í Skotlandi, Hetlandi og Onglandi hava myndugleikarnir í Aberdeen í fleiri ár roynt at sannføra tey, sum sita á kassanum í London og í Bruxelles, um at játta pengar til at skapa betri havnaumstøður í Aberdeen økinum. Hetta verður so eisini gjørt fyri at vera kappingarførir við stóru havnirnar í Norra og Danmark. Tað kemur helst eisini tann dagur, tá havnir í Føroyum fara at vera kappingarneyti til bæði Aberdeen og aðrar havnir har í økinum. Hetta ikki minst nú oljuvirksemið í Norðsjónum minkar, og oljufeløgini leita longur og longur vestur í hav m.a. móti Føroyum. Hetta liggur beint um hornið.

[object Object]