Uttanlands

Stórar oljuútbyggingar eystan fyri Føroyar helst útsettar

Metlági oljuprísurin saman við avleiðingunum av koronasóttini fer helst at leggja útbyggingar eystan fyri markið á hillina í óvissa tíð

2020-03-23 13:04 Author image
Jan Müller

[object Object]

Útbyggingin av Cambo oljukelduni, sum er tann, ið liggur næst føroyska markinum, verður møguliga eisini útsett, nú oljuprísurin er farin í botn. Væntað varð at grønt ljós varð givið til útbygging tíðliga í ár, men metlági oljuprísurin hevur helst broytt hetta.  Útbygging av Rosebank oljukelduni, sum liggur norðanfyri, verður ikki tikin fyrr enn í 2022. 

 

Metlági oljuprísurin umframt koronasmittan fáa nú av álvara ávirkan á oljuframtíðina á Atlantsmótinum, te. økið millum Hetland og Føroyar.

Sambært heimasíðuni "Energy Voice" verða meira enn 10 ætlaðar útbyggingar av oljukeldum í Norðsjónum og á Atlantsmótinum, sum eftir øllum at døma skuldu fáa grønt ljós í 2020, nú útsettar. Millum hesar er ein eisini fyri Føroyar sera áhugaverd og týðandi verkætlan, nevniliga útbygging av stóru Cambo oljukelduni skamt frá føroyska markinum. Oljufelagið Siccar Point Energy er fyristøðufelag.

Enn ein útbygging, sum helst verður útsett, er Glendronoach, sum er ein gasskelda, ið liggur miðskeiðis millum Hetland og føroyaska markið. Her er Total fyristøðufelag.

Ashley Kelty frá íløgufelagnum "Whitman Howard" sigur, at hann væntar ikki, at nøkur av teimum mongu útbyggingunum fara at fáa grønt ljós uttan so, at oljuprísurin hækkar aftur til 50 dollarar fyri tunnuna. Í løtuni er hann góðar 25 dollarar.

Heimskenda ráðgevarafyritøkan “Wood Mackenzie” sigur í eini viðmerking, at hon metir, at allar stórar útbyggingarverkætlanir kring heimin fara at verða útskotnar, nú meðan oljufeløgini royna at fóta sær í hesum heilt óvanligu tíðum við metlágum oljuprísi og eini hóttandi sótt.

Oljuprísurin í løtuni hevur ikki verið so lágur seinastu 17 árini. Fleiri av teimum stóru verkætlanunum á bretska landgrunninum eru á Atlantsmótinum (vestan fyri Hetland) og kemur støðan sera illa við hjá bretska oljumyndugleikanum, OGA, Oil and Gas Authority, tí hann hevði sett fær vónir um at fáa økja olju- og gassframleiðsluna m.a. frá keldum á Atlantsmótinum.

Umframt trupulleikan við at fáa neyðuga fígging til útbyggingar í hesum tíðum, so royna oljufeløg eisini at spara og lækka kostnaðir. Taka vit oljurisan Total, so ætlar hann at skerja sínar útreiðslur við 20% í ár. Tað fer so heilt givið at raka ætlaðu Glendronach gassútbyggingina eystan fyri Føroyar. Eisini BP umhugsar at skerja útreiðslurnar við einum fimtingi.

 
Wood Mackenzie metir, at bara nakrar fáar heilt stórar útbyggingar fara av bakkastokki í ár. Metingin er eisini, at oljufeløg fara at brúka 25% minni til komandi útbyggingar.

Greinarafyritøkum, sum vanliga eisini ráðgevur fyritøkum í oljuídnaðinum, sigur víðari, at ein framhaldandi oljuprísur niðanfyri 40 dollarar fyri tunnuna, fer at fáa stórar avleiðingar fyri veitaravinnuna (supply chain) og fer hetta at hava við sær nógvar húsagangir og uppsøgnir í bretsku oljuvinnuni. Sama er galdandi fyri norsku oljuvinnuna.


Niðanfyri eru tær útbyggingarverkætlaninar, sum skulu góðkennast í Bretlandi í hesum árinum:

 

 

Cambo – Siccar Point Energy
Glendronach – Total
Avalon – Ping Petroleum
Breagh Phase 2 – Ineos
Pegasus – Spirit Energy
Platypus – Dana Petroleum
Harding North – Taqa
Talbot – Chrysaor
Jackdaw – Shell
Cheviot – Alpha Petroleum
Bentley – Whalsay Energy
Perth – Parkmead Group
Eagle – EnQuest
Don North East – EnQuest
Galapagos – Bridge Petroleum
Tain – Repsol Sinopec Resources UK