Uttanlands

Størsta havvindmylnulund í Norðurlondum tikin í brúk

Í gjár varð higartil størsta vindmylnulund til havs í Norðurlondum tikin í nýtslu í Danmark

2021-09-07 13:36 Author image
Jan Müller

Talan er um ikki færri enn 72 vindmyllur, 188 metrar høgar, sum nú framleiða streym til tað, sum svarar til nýtsluna hjá 600.000 húsarhaldum  í Danmark um árið. Lundin, sum er uppá 604 megawatt liggur  15 til 40 metrar úr landi út fyri Møns Klint á  Horns Rev í Eystursjónum.  Myllurnar koma frá svensku fyritøkuni Vattenfall og fara at økja um streymframleiðsluna í Danmark við 16%.

[object Object]

Tað var Fríðrikur prinsur, sum saman við Simon Kollerup, ráðharra fyri ídnaði, handli og fíggjarmálum, sum tendraði fyri nýggju vindmylnulundini, Kriegers Flak, ið ger Danmark leiðandi landið við grønari orku og gevur dønum grønu føraratroyggjuna.  Hetta er tó bert eitt stig á leiðini. Skjótt verður skjøtil settur á bygging av øðrum vindmylnulundum og tveimum orkuoyggjum.

[object Object]