Uttanlands

Størsta oljufundið í Norra í ár

ConocoPhillips Skandinavia hevur rakt við olju norðan fyri Heidrunfeltið í Norðsjónum

Fimti ár eftir risastóra oljufundið Ekofisk hevur sama felagið, amerikanska Phillips Petroleum, gjørt størsta fundið á norska landgrunninum í ár.

Fimti ár eftir risastóra oljufundið Ekofisk hevur sama felagið, amerikanska Phillips Petroleum, gjørt størsta fundið á norska landgrunninum í ár.

2020-12-22 14:21 Author image
Jan Müller

Hóast mong oljufeløg eru komin og farin hesi seinastu 50 árini, so er tað eitt av oljufeløgunum, sum eftir øll hesi árini hevur varðveitt sítt virksemi á norska landgrunninum og heldur fram at framleiða, leita og finna nýggja olju og gass, nevniliga Phillips.   

Amerikanska oljufelagið Phillips Petroleum var eisini tað felagið, sum fyri meira enn fimti árum síðani sum tað fyrsta gjørdi eitt risastórt oljufund á markinum millum Norra og Danmark, Ekofisk,  og sum eisini var tað, ið fekk gongd á norska oljuvinnu, sum í dag hevur gjørt Norra til eitt av heimsins ríkastu londum.

Og framvegis í dag er tað hetta felagið, sum er eitt av lokomotivunum í norsku oljuvinnuni. Herfyri gjørdi felagið, sum í dag ber heitið "ConocoPhillips Skandinavia aftur eitt stórt fund á norska landgrunninum, tó at tað ikki er nær namind á stødd við Ekofisk.  Tað verður eisini mett at vera størsta fundið í Norra  í 2020 og goymir millum 75 og 200 mió. tunnur av olju. Nú verða so metingar gjørdar um nágreiniligu støddina og um møguleikarnar fyri at byggja tað út.