Innanlands

Stórt norskt frálandsskip við føroyskari manning á Havnina í dag

Talan er um Stril Merkur, sum er mannað við føroyingum og sum fyri fyrstu ferð er í Føroyum. Tor Shipping er útgerðarfelag hjá skipinum og Stril Mariner, sum tó ikki kemur til Føroya í hesum umfarinum

Stril Merkur, sum kemur á Havnina í dag kl. 17 fyri at skifta manning.

Stril Merkur, sum kemur á Havnina í dag kl. 17 fyri at skifta manning.

2020-04-07 14:41 Author image
Jan Müller

[object Object]

Í dag klokkan 17 leggur enn eitt av kendu norsku frálandsskipunum, sum arbeiða í Norðsjónum, til bryggju í Havn. Tað er veitingarskipið Stril Merkur frá norska reiðaríinum “Simon Møkster”.

“Stril Merkur”, sum er undir føroyskum flaggi og hevur føroyska manning, kemur til Føroya at skifta manning, bunkra og fáa aðrar tænastur. Lagt verður at á Molanum við síðuna av Norrønu. Mikudagin kl. 11 verður manningarskifti, tá 13 føroyingar fara í land, og aðrir 13 føroyingar mynstra umborð. Tað er føroyska fyritøkan, “Tor Shipping”, sum er útgerðarfelag fyri tvey av skipunum hjá Simon Møkster, umframt Stril Merkur so eisini Stril Mariner. Bæði skipini eru burturav mannað við føroyingum.

Stril Merkur er í charter fyri Equinor, og Stril Mariner er í charter fyri AkerBP. Hesaferð kemur bert Stril Merkur til Føroya fyri at skifta manning. Tað arbeiðir á Troll og Tampen feltunum og hevur tí ikki so langa leið til Føroya. Vanliga verður manning skift í Bergen. Men fyri at fyribyrgja smittu mest møguligt og fáa manningarnar trygt til og úr Føroyum, var eitt manningarskifti í Føroyum sjálvsagt tað mest upplagda, sigur Jan H. Olsen, manningarleiðari hjá Tor Shipping.

Hann fegnast um góða samstarvið við Equinor, sum vóru jaligir yvirfyri uppskotinum at fara til Føroya at skifta manning. Hann sigur annars, at tað verður spennandi at síggja skipið í Føroyum fyri fyrstu ferð. At tað ikki eydnaðist eisini at fáa Stril Mariner, sum somuleiðis er mannað við føroyingum, til Føroya hesaferð, komst av, at AkerBP hevði trupulleikar við at fáa logistikkin at ganga upp, um skipið skuldi sigla til Føroya. Skipið hevur eisini eina longri leið til Føroya enn Stril Merkur. Stril Mariner, sum arbeiðir á ULA feltinum, skiftir vanliga í Stavanger. Og nú koronasmittan ger um seg, skeyt manningin umborð á Stril Mariner tí upp, at teir vera 4 vikur aftrat umborð tvs. at manningin tekur eitt 8-8 tørn. Hesum er Tor Shipping teimum takksom fyri leggur Jan Olsen aftrat.

Á brúnni er á Stril Merkur, nú teir leggja at um nakrar fáar tímar, er Heðin Magnussen. Oljan.fo hevði samband við hann fyri løtu síðani. Hann er eins og øll manningin sera spentur at koma til Føroya við skipinum á fyrsta sinni, ikki minst at sleppa undan sóttarhaldi í hesum korona-tíðum. Teir hava sum so verið í sóttarhaldi, nú teir hava verið umborð í 4 vikur.

"Vit hava sera gott samstarv við kundan (Equinor), og teir vóru við uppá, at vit sigla, fyri at manning skuldi sleppa undan sóttarhald og annars óttanum fyri smittuni á eini flogferð. Vit eru allir spentir at koma heim við skipinum og at vísa familju, vinum og kenningum tað. Hetta er sum sagt fyrstu ferð Stril Merkur kemur til Føroya og leggur skiparin aftrat, at teir umborð hava ofta tosað um, at tað kundi verið sera hugaligt at sloppið at siglt heim.

Í dag vera tvey av skipunum hjá Simon Møkster A/S rikin av Tor Shipping undir føroyskum flaggi. Stril Merkur, sum nú kemur á Havnina, varð bygdur í 2011 og kom undir føroyskt flagg í 2014.

Lesið eisini samrøðu við Heðin Magnussen, sum er ættaður úr Vági og býr á Argjum, í grein mikudagin.

Upplýsingar um skipið annars eru at finna á hesi leinkjuni: http://www.mokster.no/our-fleet/field-support-/-rescue/stril-merkur/5F89E2A9-8CFE-45A0-BEA1-5CAB0B0D91D0/1

[object Object]