Uttanlands

Stórur áhugi fyri at leita eftir olju í Norra

Heili 38 altjóða oljufeløg eru áhugað í at leita eftir olju og gassi í Norskahavinum og í Barentshavinum.

2018-09-07 17:40 Author image
Jan Müller

 Ikki færri enn 38 altjóða oljufeløg eru áhugað í at leita eftir olju og gassi á norska landgrunninum. Hetta vísa tøl fyri seinastu útbjóðingina í Norra. ”Olju- og gassvinnan er mest týðandi vinnan í Norrra og fer bara í ár at geva norska statinum 224 mia. kr. í inntøkum. At áhugin er so stórur at leita hevur týdning fyri bæði arbeiðspláss, inntøkur hjá statinum og fyri vælferðina í Norra,” sigur Karl Eirik Schjøtt-Pedersen, stjóri í Norsk olje og gas, sum er felagið, ið umboðar alla oljuvinnuna í Norra. Hann leggur serstakan dent á týdningin, at leitiøkini nú umboða øki í Norskahavinum og í Barentshavinum, har møguleikar eru at gera stór fund. Eisini fer gongdin at hava við sær, at miðjað fer at verða ímóti at menna undirstøðukervið í hesum økjunum, sum aftur hevur stóran týdning fyri lønsemið.

Schjøtt-Pedersen sigur víðari, at stjórnin eigur rós fyri tey stig hon hevur tikið í sambandi við hesa seinastu útbjóðingina, tí hesi hava við sær størri inntøkur til Norra og fara at stuðla uppundir framtíðar vælferðarstatin.

Norska oljudirektoratið (OD) sigur í eini frágreiðing, at stórar olju- og gassgoymslur framvegis liggja goymdar í undirgrundini og harav 2/3 í Barentshavinum. Tølini vísa eisini, at leiting á landgrunninum er sera lønandi fyri statin. ”Stóra leitivirksemið er tí sera týdningarmikið fyri alt Norra. Fyri at kunna varðveita leitivirksemið er neyðugt við nýggjum leitiøkjum,” sigur Schjøtt-Pedersen.