Uttanlands

Stórur áhugi fyri oljuleiting eystan fyri Føroyar

Ikki færri enn 71 oljufeløg vilja sleppa at leita eftir olju og gassi á bretska landgrunninum. Fleiri umsóknir eru um øki, sum liggja upp at føroyska markinum

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í kolvetnismálum kann fegnast, nú stórur áhugi er fyri at leita eystan fyri føroyska markið. Helst er tað bara ein spurningur um tíð, til feløg eru nóg væl ílætin og tilreiðar at koma vestur um markið og inn á føroyska landgrunnin meta eygleiðarar. Mynd Jan Müller

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í kolvetnismálum kann fegnast, nú stórur áhugi er fyri at leita eystan fyri føroyska markið. Helst er tað bara ein spurningur um tíð, til feløg eru nóg væl ílætin og tilreiðar at koma vestur um markið og inn á føroyska landgrunnin meta eygleiðarar. Mynd Jan Müller

2019-12-19 14:17 Author image
Jan Müller
placeholder

[object Object]

Føroysku og bretsku útbjóðingarnar fevndu um øki báðumegin markið. Bretskir myndugleikar viðgera nú 100 umsóknir frá 71 feløgum um leitiloyi, har fleiri teirra, sum skilst, liggja upp at føroyska markinum.

 

Tað er framvegis stórur áhugi fyri at leita eftir kolvetnum í okkara næsta grannalag - á bretska landgrunninum vestan fyri Hetland/eystan fyri Føroyar. Hetta vísir úrslitið av 32. bretsku útbjóðingini til leiting, sum júst er almannakunngjørt.

Almenni bretski jarðfrøðismyndugleikin, OGA (Oil and Gas Authority) kunnger nú, at 71 oljufeløg hava latið inn meira enn 100 umsóknir til oljuleiting á bretska landgrunninum. Fleiri av hesum eru á Atlantsmótinum tvs. økinum millum Hetland og Føroyar. Áhugavert er eisini at merkja sær, at nakrar umsóknir fevna um teigar/øki, sum liggja upp at føroyska markinum. Og sum vanligt er, tá útbjóðingar eru, kann roknast við, at kapping eisini er um ávís áhugaverd øki, tvs. at fleiri feløg hava boðið uppá nakrar av somu teigunum tætt inn at føroyska markinum.

Hetta eru kærkomin tíðindi í Føroyum, fyrst og fremst hjá nýggja landsstýrismanninum í kolvetnismálum, Helga Abrahamsen og hjá fólkunum á Jarðfeingi, sum leggja eitt stórt arbeiði í at skapa áhuga fyri føroyskari oljuleiting.

OGA upplýsir annars, at millum umsøkjararnar eru bæði stór oljufeløg men eisini nýggj feløg, sum ikki hava verið her áður.

Stovnurin ger um somu tíð vart við, at tað framhaldandi fer at verða arbeitt fram móti broytingum og tillagingum í ymsu orkuskipanunum í Bretlandi við tí endamáli at skerja útlátið av CO2. Mint verður samstundis á, at Bretlandi tørvar kolvetni í orkuskipanunum í mong ár aftrat, og fyri at verða minni bundin at innfluttum kolvetni er avgerandi neyðugt at halda kolvetnisframleiðsluni í gongd eins og at finna og troyta nýggjar goymslur, sum enn liggja fjaldar í undirgrundini.

Her eitt brot úr tíðindaskrivinum frá OGA:

”The OGA fully supports the energy transition, welcomes the government’s legally binding commitment to net zero emissions by 2050. The OGA understands why there could be concern about UK domestic production of oil and gas in this context. However, oil and gas will remain an important part of our energy mix for the foreseeable future, including under net zero scenarios, where the UK is still expected to be a net importer. As such, managing the declining production and maximising the economic recovery from the UK remains vital to meet those energy demands as long as they exist, and to reduce reliance on hydrocarbon imports.”

Nick Richardson stjóri fyri leiting hjá OGA sigur, at seinasta útbjóðingin hevur verið sera væleydnað og fer stovnurin longu í fyrsta ársfjórðingi í 2020 at tosa við umsøkjararnar fyri at kunna útgreina teirra umsóknir. Bretland hevur í sambandi við útbjóðingina latið oljufeløgum ókeypis data, sum so aftur hava hjálpt teimum við at finna tey frægastu leitiøkini.

[object Object]

Reyðu økini eru partur av seinastu bretsku útbjóðingini. Tey gulu og bláu eru øki, sum oljufeløg longu hava fingið tillutað. Vit mugu bíða í nakrar mánaðir, áðrenn vit vita, hvørji feløg hava søkt um hvørji øki nær markinum.

 

Oljufeløg hyggja eftir føroyska økinum

Hetta er so eisini ein mannagongd, sum Jarðfeingi í Føroyum hevur tikið upp og sum skilst hava fitt av oljufeløgum í eina tíð biðið um data yvir føroyska leitiøkið. Hesi gjørdust herfyri ókeypis.  Hóast eingin umsókn var til oljuleiting við Føroyar hesaferð heldur, so skilst, at fleiri feløg arbeiða við og viðgera framhaldandi føroyska datatilfarið, og at hetta í fleiri førum hevur givið teimum týðandi upplýsingar um áhugaverd øki í føroysku undirgrundini.

Nú fleiri oljufeløg eftir øllum at døma hava søkt um loyvi, ið liggja tætt upp at føroyska markinum, gevur hetta eina ábending um, at áhugaverd olju- og gassøki liggja so gott sum upp at ella kanska á markinum, og at tað tí bara er ein spurningur um tíð, til útlendsku oljufeløgini eisini fara at søkja um leitiloyvi á føroyska landgrunninum upp at markinum millum Føroyar og Bretland. Stórar útbyggingar á funnum  olju- og gasskeldum skamt frá markinum koma eisini at varpa uppaftur meira ljós á føroyska landgrunnin sum frálíður.

Sum oljan.fo skilur støðuna, so eru tað framvegis fleiri oljufeløg, teirra millum eisini nøkur av heimsins størstu, ið rættiliga miðvíst hyggja at og viðgera føroyska datatilfarið, sum okkurt av feløgunum eisini hevur sagt við føroyska oljuportalin er av fyrsta floks góðsku. "Vit kunnu við atgongdini og tulkingini av føroyska datatilfarinum síggja fleiri áhugaverd prospekt í undirgrundini", segði umboð fyri eitt oljufelag við oljan.fo á oljumessuni í Aberdeen herfyri.

[object Object]

Gulu blettirnir eru brunnar, sum eru boraðir seinastu 50 árini. Líkt er til at fleiri gulir blettir verða á markinum millum Føroyar og Bretland komandi árini.

 

Open Door skipan loysir útbjóðingarumfør av

Nú 5. útbjóðingin á føroyska landgrunninum er farin aftur um bak, er ein ”Open Door” skipan komin í gildi ístaðin. Henda fevnir um øll tey økini á landgrunninum, sum eru boðin út síðani ár 2000, tá fyrsta útbjóðingin lat upp. Vit kunnu rokna við, at oljufeløg við nýggja datatilfarinum fara at hyggja aftur eftir øðrum økjum á landgrunninum, har fleiri teirra fevna um stórar strukturar í undirgrundini, her ikki minst gassstrukturar har norðuri móti markinum.

Tað var eisini við hesum í huga, at umboð fyri Jarðfeingi í farnu viku luttóku á stóru altjóða oljumessuni í London, Prospex. Har høvdu tey høvi til at greiða vitjandi frá ”Open Door” skipanini, sum aftur er farin at virka. Hon virkar á tann hátt, at um eitt oljufelag ynskir at fáa leitiloyvi til eitt ávíst øki á føroyska landgrunninum, so kann tað senda umsókn til myndugleikarnar, uttan at nøkur verulig útbjóðing er í gongd. Tað kann so eftir tríggjar mánaðir fáa tillutað loyvi frá landsstýrismanninum. Hetta er ein nógv smidligari skipan at umsita fyri bæði myndugleikar og oljufeløg.

[object Object]

Her fer í løtuni fram mest  áhugaverda virksemið eystan fyri markið  millum Føroyar og Hetland. Her liggja tær báðar stóru olju- og gasskeldurnar Rosebank og Cambo, sum helst verða útbygdar til framleiðslu komandi árini. Tær kunnu koma at virka sum ringar í sjónum/katalysatorar fyri framtíðar leiting á føroyska landgrunninum. Nú verður so spennandi at frætta, hvar nær markið fleiri oljufeløg hava søkt um nýggj leitiloyvi.Tað fer at siga nakað um prospektivitetin á markinum og føroysku megin markið tvs. hvar oljufeløg halda olja og gass goymir seg í undirgrundini. 

 

Nú Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum herfyri segði við útvarpið, at nýggjar útbjóðingarrundur verða ikki tey fyrstu árini, so merkir tað samtíðis, at landsstýrið letur ”Open Door” dyrnar upp fyri oljufeløgunum. Hetta verður nokk nakað vit fara at hoyra meira til í næstum, ikki minst nú so stórur áhugi var fyri leitiøkjum bretsku megin markið.

placeholder