Uttanlands

Stórur áhugi fyri vindorku í Skotlandi

Meira enn 70 umsóknir komu inn til loyvisøki at seta upp vindmyllur til havs kring Skotland

2021-10-02 12:08 Author image
Jan Müller

Um somu tíð sum føroyingar menna vindorkuna á landi,  eru skotar av álvara farnir til verka á sjónum. Skotland ætlar sær at vera leiðandi landið í heiminum við vindorkuframleiðslu til havs. Og myndugleikarnir halda seg hava góðar møguleikar at gera hesa ætlann til veruleika, nú mett verður, at nettupp havøkini kring Skotland eru so framúr vælegnað til júst vindorku.

[object Object]

Skotski fyrsti ráðharrin fegnast um stóra áhugan fyri at byggja út vindorkuna til havs í Skotlandi.

Fyrr í ár gjørdi Skotland tí álvara av ætlanum sínum at menna vindorkuna til havs. Bjóðað vórðu út 15 ymisk øki kring alt Skotland til framtíðar vindorkuútbyggingar. Hesi eru m.a. Norðsjógvurin eystan fyri Angus, Outer Moray Firth, øki vestan fyri  Orknoyggjar, øki eystan fyri Hetland  og norðan og vestan fyri  Lewis and Islay. Og úrslitið av hesi umfevnandi útbjóðing, nevnd ScotWind, sum Crown Estate Scotland (CES) umsitur, var eisini sera gott. Inn komu meira enn 70 umsóknir frá oljufeløgum, íløgufeløgum og øðrum kring heimin, sum vilja vera við til at menna vindorkuna sum part av tí grøna skiftinum.

[object Object]


Her síggja vit økini, sum eru boðin út til framtíðar vindorkuútbyggingar í Skotlandi.

Umsitarin av allari verkætlanini CES sigur, at møguleiki er fyri at byggja út vindorku svarandi til 10GW næstu 10 árini, nóg mikið til at veita streym til øll húsarhald í Skotlandi.

Eins og tá talan er um útbjóðingar av økjum til oljuleiting,  fær skotska stjórnin eisini munandi inntøkur frá hesi útbjóðingini. Tøl sum 860 mió. pund verða nevnd. Ætlanin er at lata loyvini í januar næsta ár. (Lesið eini komandi grein um danska Ørsed, sum vil vera partur av skotsku vindorkumenningini)

[object Object]