Uttanlands

Stórur dagur í norskari oljusøgu

Oljukeldan Johan Sverdrup tikin alment í brúk í dag av norska forsætisráðharranum Ernu Solberg

Johan Sverdrup ein tann størsta oljukeldan á norska landgrunninum nakrantíð tikin alment í brúk í dag.

Johan Sverdrup ein tann størsta oljukeldan á norska landgrunninum nakrantíð tikin alment í brúk í dag.

2020-01-07 17:21 Author image
Jan Müller
placeholder

 

[object Object]

Erna Solberg, forsætisráðharri og Sylvi Listhaug, olju- og orkumálaráðharrin vóru við til almennu upplatingina av Johan Sverdrup oljukelduni.

 

Í dag varð ein av teimum størstu oljukeldunum í Evropa, Johan Sverdrup, tikin alment í brúk. Hetta hendi við eitt hátíðarhald úti á sjálvum feltinum, og har norski forsætisráðharrin Erna Solberg og norski olju- og orkuráðharrin Sylvi Listhaug vóru tilsteðar. Oljukeldan, sum byrjaði framleiðsluna 5. oktober 2019, er ein tann størsta á norska landgrunninum nakrantíð, og tí verður eyka nógv gjørt burtur úr. Ætlanin var, at norski kongurin skuldi vera við til hátíðarhaldið, men honum barst frá.

Oljukeldan er so mikið stór, at hon einsamøll fer at standa fyri 30% av norsku oljuframleiðsluni hvørt ár. Hetta skrivar Aftenposten.

“Tillukku. Í dag hátíðarhalda vit eina ta størstu hendingina í norskari vinnusøgu nakrantíð,” segði Erna Solberg, áðrenn hon trýsti á knøttin, sum sigur frá, at risa oljukeldan nú alment er tikin í brúk. Hon segði, at keldan fer at framleiða í mong ártíggju og fer at vera eitt sera gott íkast til norska statskassan. Hon er við til at tryggja vælferðina hjá mongum norðmonnum," segði forsætisráðharrin.

Hon nam eisini við veðurlagskreppuna. Hon spurdi, um tað ber til hjá Norra at lata eina so stóra oljukeldu upp og samtíðis virka fyri klimamálunum, sum Norra hevur bundið seg til gjøgnum Parísavtaluna!

“Jú – eg haldi hetta er møguligt. Vit mugu taka í brúk nýggja tøkni og loysnir, júst soleiðis vit hava gjørt á Johan Sverdrup,” segði Solberg og vísti á, at við Sverdrup framleiðsluni hevur borið til at minka munandi um útlátið samanborið við aðrar keldur. Hetta kunnu vit takka nýggjari tøkni fyri."

Eisini ovasti stjórin í Equinor, Eldar Sætre, var við til haldið og segði seg vera sera væl nøgdan við úrslitið og arbeiðið hjá túsundtals oljuarbeiðarum av øllum hugsandi slag.

Tað áhugaverda við júst hesi kelduni er, at fyrsta boringin varð gjørd longu í 1967 og ikki fyrr enn nærum 50 ár seinni eydnaðist at finna kelduna.

“Johan Sverdrup er dømi um framtíðar oljukelduna. Hon er einki minni enn eitt hátøkniligt undur. Vit hava tikið í nýtslu digital arbeiðsamboð, sum eingin trúði fyri bert fáum árum síðani fór at bera til."

Fyrsti partur av útbyggingini kostar 83 mia. kr. ella 40 mia. bíligari enn mett upprunaliga. Johan Sverdrup framleiðir í løtuni 350.000 tunnur um dagin. Tað svarar til eina inntøku uppá 200 mió. kr. um dagin. Tá keldan fer undir fulla framleiðslu í 2021 verður framleiðslan 660.000 tunnur um dagin.

Seinastu metingarnar siga, at keldan goymir 2,7 mia. tunnur av olju. Til sammetingar goymir Johan Castberg, sum verður útbygt í Barentshavinum, 550 mió. tunnur. Sambært Equinor fer Johan Sverdrup at geva 1400 mia. kr. í inntøku tey komandi 50 árini, harav 900 mia. enda í norska statskassanum.

placeholder