Innanlands

Stril Merkur í Føroyum helst fyri seinastu ferð

Nú norska reiðaríið Simon Møkster Shipping hevur valt at flagga út úr FAS

Úr Haraldsundi til Havnar at taka ímóti manni og siga skipi farvæl helst fyri seinastu ferð. Jákubina og børnini Victoria og Brestir taka her ímóti manni og pápa, Brandi Klettskarð í Kongsstovu, yvirstýrimanni á Stril Merkur, sum avmynstraði henda helst søguliga túrin til Føroya, nú norska reiðaríið hevur gjørt av at flagga síni skip út úr FAS. Mynd Jan Müller

Úr Haraldsundi til Havnar at taka ímóti manni og siga skipi farvæl helst fyri seinastu ferð. Jákubina og børnini Victoria og Brestir taka her ímóti manni og pápa, Brandi Klettskarð í Kongsstovu, yvirstýrimanni á Stril Merkur, sum avmynstraði henda helst søguliga túrin til Føroya, nú norska reiðaríið hevur gjørt av at flagga síni skip út úr FAS. Mynd Jan Müller

2020-06-11 16:27 Author image
Jan Müller

[object Object]

Norska frálandsreiðaríið “Simon Møkster Shipping” gjørdi nú um dagarnar av at flagga út úr føroysku FAS skipanini. Hesi tíðindi komu dátt við hjá føroyska umboðnum, Tor Shipping, og ikki minst hjá teimum 56 føroysku sjómonnunum, sum sigla við teimum báðum frálandsskipunum undir føroyskum flaggi, Stril Merkur og Stril Mariner.

Avgerðin kemst fyrst og fremst av, at norska krónan er lækkað so mikið nógv í virði, at føroysku manningarnar, sum verða løntar í føroyskum krónum, gera skipini minni kappingarfør á tí annars sperda norska frálandsmarknaðinum. Tíðindini um útflaggingina komu óvart á føroysku manningarnar, sum nú í mong ár hava havt bæði trygg og góð arbeiðspláss. At tað skuldi enda soleiðis hevði fáur gáað um.

Annars var frøðin stór hjá bæði manningum og føroyska umboðnum, tá tað herfyri gjørdist greitt, nú koronasóttin herjaði, at norska reiðaríið hevði gjørt av at lata bæði skipini fara til Føroya at skifta manning heldur enn at lata hesar fara við flogfari. Hetta var fyrstu ferð og helst eisini seinastu ferð, at skipini vóru í Føroyum.   

[object Object]

Gott samstarv við Equinor

Oljan.fo vitjaði umborð á Stril Merkur, nú hann var á Havnini fyri stuttum fyri at skifta manning. Har hittu vit skiparan, vágbingin Heðin Magnussen, sum var ikki sørt vónsvikin av, at skipini verða útflaggað úr Føroyum. Sjálvur hevur hann siglt við Simon Møkster í mong ár eins og flestu av manningini eisini hava tað.

Nú menn eru uppsagdir, fara teir helst at søkja onnur størv í norsku frálandsvinnuni. Onkrir kundu uttan iva hugsað sær at hildið fram við  Stril Merkur undir norskum flaggi. Og sama er helst galdandi fyri føroyingarnar við Stril Mariner, sum eisini hevur verið í Føroyum og skift manning herfyri.

[object Object]

Skiparin Heðin Magnussen fær her vitjan av lítla Tóka Eyðunson Müller. Mynd Jan Müller

Heðin Magnussen sigur, at uppsagnirnar komu óvart á teir, hóast onkur hevði illgruna um, at okkurt fór at henda, nú norska krónan bleiv við at lækka í virði. Hon tykist tó at vera komin nakað fyri seg aftur og er hækkað við trimum kr. til umleið 71 kr. mótvegis donsku krónuni. So føroyski skiparin setir sítt álit á, at henda jaliga gongdin fer halda fram.

[object Object]

Heðin sigur víðari, at flest allir hava verið glaðir fyri at sigla við Stril Merkur, serliga nú har var rein føroysk manning við  føroyskum  kokki  ikki at gloyma. Menn hava so eisini verið stoltir av at vísa fram Merkið. Hann sigur, at teir hava samstarvað væl við Equinor og hava oftani fingið rós frá norska arbeiðsgevaranum, so føroyskir sjómenn eru ikki nakað aftanfyri nakrar aðrar.

Og talið av føroyingum í útlendsku frálandsvinnuni  og oljuvinnuni sum heild er stórt, uttan iva hundraðtals fyri ikki at siga væl omanfyri túsund. Tískil hevur henda vinnan stóran týdning fyri ikki bert føroysku manningarnar og teirra familjur men eisini fyri føroyska samfelagið sum heild.

Heðin viðgongur, at koronakreppan hevur verið  svár fyri frálandsvinnuna. Frálandsvinnan er sera global, so ikki hevur heldur verið lætt hjá monnum at ferðast millum lond. 

[object Object]

Stril Merkur er útgjørdur við nakað av tí mest nútímans og tøkniligu bestu tilbúgvingarútgerðini, sum finst í norska frálandsflotanum.

[object Object]

Skipið er væl útgjørt til at taka sær av oljudálking.

Takkar Møkster og Tor

Øll lið í vinnuni, tað veri seg skip, pallar oo. líða undir lága oljuprísinum og avleiðingunum av koronasóttini. Eisini eru mangar nýggjar verkætlanir lagdar á ís. Talan er um eina kostnaðarmikla vinnu, so tað krevur nógv av øllum pørtum at kunna standa ímóti slíkari kreppu sigur Heðin Magnussen. Hann er tó bjartskygdur um, at meira ferð kemur á aftur í heyst ella seinni í ár. Ella uppaftur seinni, hvat tó enn eru gitingar. Tað veldst um, nær samfeløgini lata uppaftur, og eftirspurningurin eftir vørum og tænastum frá frálandsvinnuni og oljuvinnuni annars fer at vaksa aftur. 

Heðin Magnussen vil annars fegin takka reiðaríinum Simon Møkster og umboðnum Tor Shipping og ikki minst manningunum, sum hava verið á Stril Merkur øll hesi seinastu árini.

Sjálvur er hann errin av at hava ført hetta eitt tað mest framkomna frálandsskipið í heiminum, tá tað ræður um tilbúgving á norska landgrunninum. Stril Merkur er nevniliga útgjørdur við tí mest framkomnu tilbúgvingarútgerðini og er í so máta eitt av flaggskipunum og ein av stoltleikunum í norska frálandsflotanum. 

[object Object]

Heðin Magnussen, skipari á Stril Merkur, takkar reiðaríi, umboðnum Tor og manning fyri gott og álitisfult samstarv øll árini, nú skipið fer aftur undir norskt flagg. Mynd Jan Müller