Uttanlands

Sullom Voe oljuterminalur í Hetlandi sigur upp nógvum fólkum

Neyðugt við størri lønsemi og kappingarføri fyri at varðveita verandi veitarar

Ein av størstu veitarunum, BP

Ein av størstu veitarunum, BP "hóttir" við at fara uttan um Sullom Voe og heldur flyta oljuna frá stóru keldunum eystan fyri Føroyar við tangaskipum beinleiðis inn á meginlandið heldur enn at flyta oljuna gjøgnum rørleiðingar til Hetlands

2019-07-04 12:25 Author image
Jan Müller

Stóri oljuterminalurin í Hetlandi, Sullom Voe, sum í fleiri ártíggju hevur tikið ímóti olju úr Norðsjónum og av Atlantsmótinum, fer at siga upp ein fjórðing ella tilsamans 80 av sínum starvsfólkum. Tað er oljufelagið EnQuest, sum stendur á odda fyri hesum størsta oljuterminalinum í hesum partinum av heiminum. Felagið keypti í 2017 stóran part av terminalinum frá oljufelagnum BP. Við hesum stignum roynir høvuðseigarin at fáa betri økonomi í henda fyri fleiri oljufeløg týðandi oljuterminalin.

[object Object]

Í løtuni er EnQuest í samráðingum við BP um at halda fram við samstarvinum, hvørs oljukeldur vestan fyri Hetland eru ein av høvuðsveitarunum til oljuhavnina, sum liggur nær høvuðstaðnum Lerwick. Her er serstakliga talan um oljuframleiðsluna á stóra Clair feltinum umframt frá Schiehallion kelduni, sum eisini finst á Atlantsmótinum. BP hevur annars arbeitt við eini ætlan at flyta oljuna við tangaskipum beinleiðis inn á skotska meginlandið heldur enn at flyta hana gjøgnum rørleiðingar til Sullom Voe.

[object Object]

BP er ein týðandi veitari til Sullom Voe oljuterminalin við m.a. olju frá oljufeltinum Clair Ridge.

EnQuest roynir tí í løtuni at varðveita verandi veitarar fyri at tryggja, at oljan bæði úr Norðsjónum og av Atlantsmótinum ikki fer framvið Sullom Voe og fer inn á skotska meginlandið ístaðin. Tí verður víst á, at neyðugt er at gera virksemið meira lønandi og kappingarført.

Stór ónøgd er bæði í fakfeløgum og millum politikarar við avgerðina hjá EnQuest, sum tó ger greitt, at tað fer at leggja seg eftir at minka um starvsfólkahópin m.a. gjøgnum náttúrliga frágongd. Eisini verða avtalur við fleiri kontraktarar sagdar upp.

Tað eru so tey, sum vísa á, at oljan hevur ikki sama týdning longur fyri Hetland, og tí er ikki talan um nakra vanlukku fyri búskapin.  Oljuvinnan  er longu yvirhálað av alivinnuni verður sagt.