Uttanlands

Thor í Hósvík við í oljuleiting í Kanada

Føroyska veitingarskipið Thor Magni kemur í morgin fram til Bay Bulls í Kanada, har skipið skal arbeiða saman við seismikkskipi hjá PGS

Hans Andrias Kelduberg, stjóri í Thor, ynskir manning á Thor Magna góða ferð um hav, nú skipið hevur verið á Havnini fyri at skifta manning og fáa útgerð umborð til nýggja arbeiðsuppgávu út fyri New Foundland og Labrador. Mynd Jan Müller

Hans Andrias Kelduberg, stjóri í Thor, ynskir manning á Thor Magna góða ferð um hav, nú skipið hevur verið á Havnini fyri at skifta manning og fáa útgerð umborð til nýggja arbeiðsuppgávu út fyri New Foundland og Labrador. Mynd Jan Müller

2020-05-22 11:21 Author image
Jan Müller

[object Object]

Thor Magni skal vera veitingarskip hjá Ramform Atlas í Eysturkanada komandi mánaðirnar.

Hóast oljuvinnan í okkara grannalag hinumegin Atlantshav, í Kanada, hevur stórar trupulleikar at dragast við í kjalarvørrinum á korona og metlágum oljuprísum, so liva vónirnar til eina menning av oljuvinnuni í bæði New Foundlandi og Labrador framvegis. Framhaldandi verða íløgur gjørdar í at finna kolvetni út fyri New Foundland og Labrador, har fleiri felt eru funnin, sum framleiða olju.

Vert er at bíta merki í, at føroysk fyritøka líka síðani 2015 og aftur nú hevur verið partur av arbeiðinum at finna nýggjar oljuleiðir. Eitt av skipunum hjá Thor í Hósvík, Thor Magni, hevur seinastu fimm árini verið veitingarskip hjá seismikkskipum hjá norsku fyritøkuni PGS, sum hevur staðið fyri nógvum slóðbrótandi kanningum hinumegin Atlantshav. Nú verður so aftur farið undir ein stóra seismiska kanningarverkætlan, sum fevnir um ikki minni enn trý øki uppá tilsamans 10.000 ferkilometrar. Í summar fara tvey av stóru og sermerktu skipunum hjá PGS, Ramform Atlas og Ramform Titan at skjóta seismikk. Tað eru ídnaðarfyritøkur í oljuvinnuni, sum fíggja kanningarnar, ið byrja í juni og taka einar tríggjar mánaðir. Ætlanin er at hava úrslit klár tíðliga í 2021 sigur PGS í einum tíðindaskrivi.

“Kanada er eitt gott øki at arbeiða í hjá feløgum, sum vilja gera íløgur í leiting og vilja brúka nýggjastu útgerðina hjá okkum”, sigur Neil Paddy, stjóri fyri “New Ventures” hjá PGS í Kanada.

Hans Andrias Kelduberg, stjóri í Thor Offshore sigur við oljan.fo, at teir eru sera væl nøgdir við samstarvið við PGS og hevur Thor Magni verið í Kanada á hvørjum ári síðani skipið fór av bakkastokki. Orsakað av ísi og oftani vána veðri verður bert arbeitt í tíðarskeiðinum frá mai til oktober. Thor Magni kom til Føroya av kanningarleiðum út fyri Afrika fyrr í mánaðinum at skifta manning og fáa útgerð umborð, áðrenn kósin varð sett móti Kanada. Teir verða í Bay Bulls 23. mai, har teir fara at arbeiða saman við Ramform Atlas. Miðjan juni kemur Ramform Titan eisini til Kanada. Thor Magni skal gera manningarskifti og forsýna bæði seismikkskipini við olju, provianti og stores. Við Thor Magna eru 10 mans, harav skiparin er Kristian Magnussen úr Sørvági. Kanada hevur strangar ásetingar til útlendsk skip, sum arbeiða í teirra øki um, at ein stórur partur av manningini skal vera kanadisk.

Kanada telist annars millum heimsins fremstu framleiðarar av olju. Her er fyrst og fremst talan um sokallaða “oljusandin”, ið finst har vesturi í Kanada.

[object Object]

Tær tríggjar leiðirnar út fyri Kanada, har Thor Magni skal arbeiða saman við tveimum av seismikkskipunum hjá PGS komandi tíðina.