Uttanlands

Tørvur á túsundtals oljubrunnum fyri at nøkta eftirspurningin

Túsundtals  nýggir oljubrunnar og hundraðtals nýggjar oljuútbyggingar skulu til, um altjóða eftirspurningurin eftir olju skal nøktast, eisini sjálvt um hann minkar nógv miðskeiðis í øldini.

2021-06-08 12:43 Author image
Jan Müller

Hetta sigur norska greinarafyritøkan Rystad Energy, skrivar Offshore Engeneer, sambært Reuters.  Niðurstøðan er als ikki í tráð við seinastu frágreiðingina hjá altjóða orkustovninum IEA, sum í farna mánað gjørdi greitt, at íleggjarar mugu heilt gevast við at fíggja  olju- gass- og kolaverkætlanir kring heimin fyri at kunna røkka net-null útláti miðskeiðis í hesi øldini.

Sambært IEA fer eftirspurningurin eftir olju at lækka til 24 mió. tunnur um dagin í 2050, meðan Rystad sigur, at eftirspurningurin fer at minka til 36 mió. tunnur um dagin til somu tíð.

Rystad sigur víðari, at sjálvt um framleiðslan frá oljubrunnum minkar við í meðal 20% um árið, so verður altjóða oljuídnaðurin framvegis noyddur til at bora túsundtals av nýggjum brunnum á verandi keldum eins og haraftrat at menna 900 nýggj oljufelt við tilsamans 150 mia. tunnum av olju. Flestu av hesum verkætlanum liggja tó á verandi framleiðsluøkjum við infrastrukturi og krevja tí avmarkaðar íløgur. 

Rystad heldur eisini, at IEA hevur yvirmett ávirkanina frá vøkstrinum av bioorku. 

Sjálvt um eftirspurningurin verður 36 mió. tunnur um dagin í 2050, so metir Rystad, at tað verður møguligt at røkka hitamálinum uppá 1,5 stig. Sambært Reuters so fara metingarnar hjá Rystad at fella í góða jørð hjá oljufeløgum og oljuframleiðandi londum, so sum Norra, sum longu hava sett spurnartekin við tølini hjá IEA, ið tey siga, eru við til at undirgrava oljuframleiðsluna øll tey komandi árini. 

Opec sigur í eini viðmerking, at ein minkandi framleiðsla fer at hava stóra ávirkan á oljuprísin.