Uttanlands

Total finnur risastóra gasskeldu í Suðurafrika

Talan er um eina gasskeldu í heimsflokki sigur felagið, ið longu er farið undir at kanna møguleikan at útbyggja fundið

Total ger stórt gassfund við norska pallinum Deepsea Stavanger

Total ger stórt gassfund við norska pallinum Deepsea Stavanger

2020-10-28 17:29 Author image
Jan Müller

Franska oljufelagið Total, sum er eitt av teimum mest virknu feløgunum á Atlantsmótinum nærhendis Føroyum við fleiri gassfundum, kunnuger í dag, at tað hevur gjørt eitt risastórt gassfund út fyri Suðurafrika.

Tað er norski pallurin, "Deepsea Stavanger", sum hevur borað henda fyri bæði Total og Suðurafrika so týðandi brunnin. Hetta er aðru ferð, at Total rakar við gass í hesum økinum, sum er partur av Suðurafrika.

Tosað verður um eina gasskeldu í heimsflokki. Farið verður longu nú undir at gera metingar av fundinum við tí fyri eygað at útbyggja tað. Um fundið er so mikið lønandi, sum hildið verður, kann tað fáa stóran týdning fyri Suðurafrika eins og fyri Total og hini feløgini, sum eru partur av arbeiðinum.

Total hevur eisini drúgvar royndir frá gassleiting eystan fyri Føroyar, har tað sum tað fyrsta felagið nakrantíð fór undir at framleiða gass frá einum av sínum keldum, Laggan Tormore, skamt frá føroyska markinum.