Uttanlands

Total ger íløgur í grønar loysnir men trýr framvegis uppá oljuna

Hóast stórar íløgur verða gjørdar í varandi orku, so fer heimurin at hava brúk fyri olju og gassi í mong mong ár aftrat

Stjórin í franska oljufelagnum Total, Patrick Pouyanné, er í ferð við at gera seg tilreiðar til framtíðina. Hóast Total fer íløgur í varandi orku, er tað hansara greiða fatan, at heimurin fer at hava tørv á olju og gassi í mong mong ár aftrat. Mynd AFP

Stjórin í franska oljufelagnum Total, Patrick Pouyanné, er í ferð við at gera seg tilreiðar til framtíðina. Hóast Total fer íløgur í varandi orku, er tað hansara greiða fatan, at heimurin fer at hava tørv á olju og gassi í mong mong ár aftrat. Mynd AFP

2018-09-09 13:27 Author image
Jan Müller

Enn eru long útlit til, at oljunýtslan í heiminum fer at steðga heilt upp. Oljufeløg sum tað franska Total, ið herfyri keypti upp danska Maersk Oil, ger íløgur í grønar loysnir men trýr samtíðis uppá oljuna.

Soleiðis stendur at lesa í danska miðlinum Berlingske Business. Hóast franska oljufelagið ætlar at gera íløgur í fleiri aðrar orkutøknir enn kolvetni, so er stjórin í Total sannførdur um, at olja og gass fara at hava ein týðandi leiklut í framtíðar samansetingini av orku i mong mong ár aftrat.

Totalstjórin Patrick Pouyanné heldur sambært Berlingske Business, at oljan og gassið fara at hava stóran týdning fyri orkuveitingina í heiminum í mong ár, nú fólkatalið veksur, og heimurin hevur tørv á meira orku. Men hann er samtíðis sannførdur um, at tá olja og gass ikki fara at verða brúkt meira, tá er tað ikki tí, at eingin olja er eftir men heldur tí, at brúkararnir velja nakað annað.

Tað er greitt, at Total ætlar sær bæði at leggja seg eftir olju og gassi og varandi orku. Tí hevur felagið eisini keypt ein sólorkuframleiðara og eitt orkufelag í Fraklandi.

”Eg veit, at onkur man hugsa: royna vit bara at vaska okkum grøn? Nei. Tá vit brúka 40 mia. kr. til menning av varandi orkukeldum, so er tað ikki bara talan um vasking. Men vit eru noyddir til at sannføra heimin um, at tað framhaldandi verður tørvur á olju og gassi. Eg trúgvi ikki, at vit fara at uppliva ein heim uttan kolvetni í míni livitíð, og míni børn fara heldur ikki at uppliva tað. Og mær dámar væl donsku pragmatisku tilgongdina til spurningin. Heimurin hevur tørv á alskyns sløgum av orku, kolvetnum og varandi orku. Vit eiga ikki at vera ímóti hesum,” sigur Patrick Pouyanné við danska miðilin og vísir til, at Danmark ger stórar íløgur í varandi orku, men framleiðir samtíðis bæði olju og gass í Norðsjónum.