Uttanlands

Total gevst í Iran eftir amerikonskum trýsti

Kina tekur yvir útbygging av heimsins størstu gasskeldu, nú Total gevst

Total gevst í Iran eftir amerikonskum trýsti
2018-08-23 10:41 Author image
Jan Müller

Síðani amerikanski forsetin Donald Trump segði upp kjarnorkuavtaluna við Iran eru nýggjar sanktiónir komnar í gildi móti Iran. USA hevur hótt við at revsa lond og fyritøkur, sum kortini halda fram við at handla við Iran. Hetta hevur fingið fleiri evropeiskar fyritøkur at siga upp sáttmálar tey hava gjørt í Iran. Ein av hesum fyritøkum er franski olju- og gassrisin Total, sum eftir at nýggja avtalan millum Iran og fleiri stórveldi kom í gildi, tók stig til at gera stórar íløgur í menning av gasskeldu í Iran. Talan er um milliarda íløgu.

Tað ljóðar nú, at Kina er í ferð við at taka yvir avtaluna, sum Total hevði gjørt. Tað snýr seg um útbygging av South Pars gassfeltinum, sum er tað størsta í heiminum.

Total sigur, at tað óttast fyri at fáa stórar trupulleikar, um tað ikki fylgir amerikanska kravinum, tí felagið hevur sera tætt samband við amerikanskar bankar og verður 90% av allari fígging hjá Total gjørd í dollarum umvegis amerikanskar bankar.

Amerikanski forsetin hevur givið síni fyrisiting boð um at sera í verk sanktiónir móti feløgum, sum ikki virða amerikonsku sanktiónirnar móti Iran. Tær seinastu av hesum koma í gildi 5. november, skrivar Offshore.com