Uttanlands

Trump bannar iranska olju – oljuprísur 74 dollarar

Amerikanski forsetin Donald Trump fer í næstum at taka av eykaloyvini at kunna keypa iranska olju.

2019-04-24 20:38 Author image
Jan Müller

Hetta boðar hansara uttanríkisráðharri frá. Upprunaliga legði Trump út við at vilja seta fullkomið boykott móti øllum, sum keyptu olju frá Iran. Síðani broytti hann hesa avgerð til at geva nøkrum londum loyvi til kortini at keypa iranska olju, til tey høvdu funnið onnur lond at keypa oljuna frá. Men hetta verður nú broytt. Frá fyrst í mai verður eitt fullkomið bann móti keypi av iranskari olju sett í verk og hevur hetta fingið ávirkan á oljuprísin, sum í løtuni er góðar 74 dollarar fyri tunnuna. Tað hægsta í longri tíð.

Møguleikin er fyri, at prísurin fer at hækka uppaftur meira, tá tað fer at merkjast av álvara, at iranska oljan ikki longur finst á marknaðinum. Henda nýggja støðan kann hava við sær, at Opec, sum annars hevur avmarkað sína oljuframleiðslu, verður noytt til at økja hana aftur fyri at viga upp ímóti missinum av iranskari olju á heimsmarknaðinum. Enn er tó óvist, um Opec londini fara at økja um framleiðsluna aftur, hóast amerikanski forsetin ynskir tað. USA hevur eisini lagt út við, at tað kann økja um sína framleiðslu fyri at forða fyri undirskoti av olju á heimsmarknaðinum.Og fyri at forða fyri, at oljuprísurin ikki hækkar enn meira.