Uttanlands

Trump og Thunberg seta dagsskránna í Davos

Trump: Burtur við dómadagsprofetiunum. Thunberg: Nýggj tøkni fer ikki at bjarga heiminum

Meira enn 3000 stjórnarleiðarar og vinnulívsfólk úr øllum heiminum seta sær stevnu í Davos fyri fyrst og fremst at umrøða hótta veðurlagið

Meira enn 3000 stjórnarleiðarar og vinnulívsfólk úr øllum heiminum seta sær stevnu í Davos fyri fyrst og fremst at umrøða hótta veðurlagið

2020-01-21 15:10 Author image
Jan Müller

[object Object]


Í morgun fóru umleið 3000 av heimsins leiðarum og fremstu vinnulívsfólkum og viðmerkjarum undir tann árliga fundin í “World Economic Forum” í sveisiska býnum Davos. Og sum væntað vóru tað ikki leiðarar sum Merkel og aðrir leiðarar men harafturímóti amerikanski forstin Donald Trump og unga svenska umhvørviskvinnan Greta Thunberg, sum settu fyrstu dagsskránna.

[object Object]

Trump ávaraði móti dómadagsprofetium frá umhvørvisfólkum og segði, at hesi “radikalu sosialistarnir”, sum hann málbar seg, høvdu bert eittans endamál, og tað var at skapa ótta og iva og var endamál teirra at taka frælsi frá øðrum.Hann helt tíðin var komin til venda svartskygninum bakið og heldur síggja bjart uppá framtíðina. Hann kunngjørdi eisini eina ætlan hjá USA at planta eina billión av nýggjum trøum.

[object Object]

Greta Thunberg helt tað vera gott men ikki nokk at planta trø, men hon ávaraði samtíðis ímóti slíkum tiltøkum, um tey bara høvdu til endamál at fjala yvir sláturið av skógum í Suðuramerika og kring heimin. Hon helt fyri, at nýggj tøkni, sum enn ikki eru til, er ikki nokk til at bjarga heiminum og segði, at fremsta uppgávum nú er at steðga øllum nýggjum íløgum í fossila orku.

Veðurlagið stendur ovast á skránni til henda fundin í Davos. So mikið nógv verður veðurlagið raðfest, at tað stendur á breddanum í fimm av teimum fremstu málunum at viðgera í Davos. Fyrr hava handilsviðurskifti og búskaparviðurskifti í heiminum verðið høvuðs kjakevnið. Hetta er nú heilt broytt og er tað fyrst og fremst eitt mál, nevniliga tað, sum verður rópt av mongum “Klimakreppan”, sum stendur ovast á skránni.

Sí her heimasíðu hjá DR um fundin í Davos.

https://www.dr.dk/nyheder/penge/casper-schroeder-trump-og-thunberg-vil-dominere-i-davos

 

Og her heimasíða hjá Davos tiltakinum:

https://www.weforum.org/events/world-economic-forum-annual-meeting-2020