Uttanlands

Trump skundar undir oljuleiting í Alaska

Forsetin fer at brúka seinastu tveir mánaðirnar av sínum skeiði at lata oljufeløgum leitiloyvi í Alaska

2020-11-17 11:43 Author image
Jan Müller

Verandi amerikanski forsetin Donald Trump og nývaldi forsetin Joseph Biden eru ósamdir um so mangt, og harímillum eisini  um framtíðar orkuskiftið. Tað var Donald Trump, sum eftir at hann tók við sum forseti, tók USA burtur úr París-veðurlagsavtaluni frá 2015, ið undanmaður hansara Barack Ombama skrivaði undir vegna USA.  Tí kemur tað neyvan heldur óvart á, at hann nú bara góðar tveir mánaðir eftir í sínum forsetasessi, hevur tikið stig til at lata  loyvi til feløg at bora eftir olju og gassi í Alaska. 

Sambært einum skrivi frá Hvítu Húsunum verður nú heitt á feløg um at peika út øki í tí partinum av Alaska, sum verður nevndur "Arctic National Wildlife Refuge", til leiting eftir olju og gassi. Fyri at kunna røkka hesum innan  Biden tekur við sum  forseti  í januar verður nú boðað frá, at umsøkjarar til leitiloyvi skulu lata sínar  umsóknir innan 30 dagar. Harvið kann umsitingin hjá Trump lata nýggju loyvini innan 20. januar, sum er dagurin, tá Biden alment tekur við. 

Alaska hevur leingi staðið fyri einum stórum parti av olju- og gassframleiðsluni í USA. Í dag er  oljuframleiðslan í statinum  uppá 500.000 tunnur um dagin, hetta er tó væl minni enn, tá framleiðslan var í hæddini í 1980-unum, tá hon  var 2 mió. tunnur um dagin. Oljuvinnan er ein av berandi vinnunum í statinum og hevur republikanski flokkurin leingi havt ynski um at fáa broytt lógina, sum forðar fyri oljuleiting í serstøkan viðkvomum náttúruøkjum. Árið eftir at Trump varð valdur til forseta í 2016 broytti republikanski flokkurin lógina, soleiðis at feløg kunnu fara undir aftur oljuleiting í nevnda parti av Alaska, har mett verður, at tað finnast stórar nøgdir av kolvetnum í undirgrundini.

Umhvørvisfelagsskapir og upprunafólkið har hava leingi stríðst ímóti, at hesin partur av norðuralaska verður latin upp fyri oljuleiting. Demokratarnir við Joseph Biden á odda vilja tó framhaldandi forða fyri, at hetta av mannahondum órørda økið  í Alaska verður latið upp fyri leiting. 

Um tað gongur republikanska flokkinum og Trump forseta  til vildar kunnu feløg, sum søkja um leitiloyvi, fáa hesi tíðliga í komandi ári.