Uttanlands

Trýst á oljurisa í Norðsjónum

Partur av starvsfólkunum á Johan Sverdrup oljufeltinum er farin í verkfall. Framleiðslan verður tó ikki tarnað fyribils

2020-10-01 10:54 Author image
Jan Müller

 

Eitt verkfall á stóra norska oljufeltinum, Johann Sverdrup, er við til at hótta framleiðsluna á hesum eina tí størsta oljufeltinum á norska landgrunninum.

43 av starvsfólkunum eru farin í verkfall og hevur tað gjørt, at partur av virkseminum á tí risastóra feltinum er stegðað. Kortini heldur framleiðslan fram. Hon útger við sínum 470.000 tunnunum um dagin 12 prosent av samlaðu framleiðsluni í Norra.

Equinor, sum er fyristøðufelag, sigur í eini viðmerking, at hóast verkfallið, so heldur framleiðslan fram sum higartil. Í løtuni eru samráðingar millum oljufelagið og fakfelagið hjá starvsfólkunum.