Uttanlands

Týskland byrjar avtøku av kolaorku í ár

Kol skal verða bannað at brúka í elorkuframleiðsluni í 2038

Fyrst tók Týskaland avgerð um at gevast við kjarnorkuni. Nú byrjar landið eisini avtøku av kolaorkuni.

Fyrst tók Týskaland avgerð um at gevast við kjarnorkuni. Nú byrjar landið eisini avtøku av kolaorkuni.

2020-01-31 13:06 Author image
Jan Müller

Herfyri tók týska stjórnin stig til at gevast við at brúka kol á tess orkuverkum. Nú ger stjórnin greitt, at hon longu í fyrru helvt av 2020 fer undir at seta nýggju kolalógina í verk. Henda sigur í smálutum, hvussu og nær mongu kolariknu orkuverkini skulu niðurleggjast. Deadline fyri heilt at gevast at brúka kol í orkuframleiðsluni er í 2038.

Í hesi ætlan verður nágreiniliga gjørt greitt júst nær einstøku kolaverkini skulu latast aftur, og harvið eisini, hvussu stjórnin skal gjalda teimum, sum reka verkini kompensatión fyri at gevast. Stjórnin og deilstatirnir, sum framleiða elorku á kolariknu verkunum, samdust um avtøku av kolaorkuni fyri tveimum vikum síðani.

Avtøkan av kolaorkuverkum er partur av eini ætlan at broyta týska orkupolitikkin. Avgjørt er at brúka 300 mia. kr. um árið til umleggingina. Hesin peningur skal m.a. hjálpa teimum kolaframleiðandi landspørtunum, sum verða harðast raktir av kolabanninum.

Tað eru nøkur ár síðani, at týska stórnin tók avgerð um at stongja kjarnorkuverkini í landinum, og nú kemur so kolabannið aftrat. Ístaðin fer gas at verða partur av orkuskipanini eins og varandi orkukeldur.

Si eisini leinkju til grein í The New York Times:

https://www.nytimes.com/2020/01/16/climate/germany-coal-climate-change.html