Uttanlands

Týskland gevast við kolorku um 20 ár

Áðrenn 2038 skulu øll kolarikin orkuverk í Týsklandi verða latin aftur.

2020-01-16 15:04 Author image
Jan Müller

Týskland, hvørs elframleiðsla í dag í stóran mun stavar frá kolariknum orkuverkum,  tekur nú stig til endaliga at gevast við allari kolanýtslu frá 2038. Hetta skrivar Ritzau.

Stjórnin er saman við teimum deilstatum, sum brúka kol til elorkuframleiðslu,  samd um eina tíðarætlan fyri at sleppa sær av við kolaorkuverk, sum framleiða el úr brúnkoli. Henda ætlan er partur av ætlanini at broyta týska orkupolitikkin. Og enn eitt stig á leiðini, sum byrjaði við avgerðini um at stongja øll kjarnorkuverk.

Stjórnin hjá Angelu Merkel, forsætisráðharra, hevur nú sett sær sum mál, at kol ikki skal vera partur av orkuframleiðslu eftir 2038.

Afturfyri vóna deilstatirnir at fáa fleiri milliardir í kompensation fyri at stongja niður síni kolaorkuverk.

Men treytin fyri at henda ætlan skal eydnast er, at til ber at fáa borgararnar í teimum økjum, sum verða rakt, at góðtaka broytingarnar.

Ein týskur arbeiðsbólkur mælti í fjør til, at brúktar verða 300 mia. kr. til umleggjan av landsins orkuídnaði.

EU samtykti annars nú um dagarnar at stovna ein grunn, sum skal veita stuðul til orkuumlegging í teimum einstøku limalondunum. Fleiri av limalondunum so sum Póland eru sera heft at kolaframleiðslu í tess búskapi og orkuveiting. Ì Asia eru størstu brúkarar av koli í orkuframleiðsluni Kina og India. Í einum landi sum Australia hevur kolframleiðsla stóran týdning fyri búskapin. Har er kjakið um framhaldandi kolaframleiðslu kyknað av álvara í kjalarvørrinum á herviligu eldunum, ið mong halda stava frá mannaskaptum veðurlagsbroytingum.