Uttanlands

Umfevnandi oljudálking í russiska Arktis

Manglandi viðlíkahald av einum stórum goymslutanga á einum nikkelvirki í russiska Arktis var orsøkin til lekan

Putin forseti hevur lýst dálkaða økið í Sibiria í undantaksstøðu, nú 20.000 tons av dieselolju eru likin út í áirnar

Putin forseti hevur lýst dálkaða økið í Sibiria í undantaksstøðu, nú 20.000 tons av dieselolju eru likin út í áirnar

2020-06-06 15:15 Author image
Jan Müller

[object Object]

Ein umfevnandi oljudálking í russiska partinum av Arktis, inni á landi í Sibiria, hendi nú um dagarnar og hevur russiski forsetin sett økið har í undantaksstøðu og krevur, at hendingin skal fáa avleiðingar.

Talan er um 20.000 tons av dieselolju, sum eru likin út í áir og vøtn og í undirgrundina nærhendis russiska býnum, Norilsk.

Greenpeace hevur longu samanborið vanlukkuna við hana, sum hendi í Alaska í 1989, tá tangaskipið Exxon Valdez bar við land og dálkaði stendurnar.

Longu í 2017 ávaraði ein russiskur felagsskapur nikkelfyritøkuna Norilsk Nickel um, at hon hevði brotið fleiri reglugerðir fyri at varðveita eitt reint umhvørvi.

Russiski forsetin, Vladimir Putin gjørdi alt fyri eitt av at seta undantaksstøðu í verk í økinum. Felagið, sum hevur ábyrgdina av lekanum, sigur, at orsøkin til óhappið er ein goymslutangi á eini orkustøð, sum varð rustaður og hol varð komið á tangan. Fyritøkan  gevur veðurlagsbroytingum skyldina.

Umhvørvisfelagsskapir hava í fleiri ár ávarað um, at broytta og heitari veðurlagið kann hava avleiðingar við sær fyri infrastrukturin í økjum, har áður var permafrostur alt árið.

Norilsk Nickel, sum eigur orkustøðina, har skaðin er hendur, er heimsins størsti framleiðari av nikkel og palladium. Fyritøkan hevur nú boðað frá, at hon fer at rinda fyri uppruddingina umleið 145 mió. dollarar.

Russiski forsetin Putin hevur langað harðliga út eftir fyritøkuni fyri ikki at hava fylgt nóg væl við broytingunum í veðurlagnum og teirra ávirkan á útgerð og útbúnað á tess orkuverkum. Keldur siga, at oljulekin hevur longu volt miklan skaða á áirnar í økinum, og at tað fer at taka nógv ár at bøta um skaðan. Putin hevur funnist at, at myndugleikarnir í økinum ikki gjørdust varugir við dálkingina fyrr enn tveir dagar eftir, og at teir frættu um hana í sosialu miðlunum.