Uttanlands

Umhvørvisfelagsskapir i rættin við bretsku stjórnini

Vilja hava løgfrøðiliga meting av avgerðini hjá stjórnini at stuðla nýggjum oljuvirksemi

2021-08-03 15:44 Author image
Jan Müller

Fleiri umhvørvisfelagsskapir í Bretlandi hava fingið loyvi at leggja eitt sakarmál fyri rættin móti bretsku stjórnini í sambandi við hennara orkupolitikk. Her serstakliga kring oljuvirksemið í Norðsjónum. 

Talan er um felagsskapirnar Uplift, Greenpeace og Friends of the Earth, sum hava fingið grønt ljós til at føra eina sak móti oljupolitikkinum hjá bretsku stjórnini. Saksøkjararnir ynskja at fáa eina løgfrøðiliga viðgerð av stuðulinum, sum bretska stjórnin hevur sagt seg vilja veita nýggju strategiini hjá tí almennu olju- og gassfyrisitingini, OGA ella Oil and Gas Authority. Umhvørvisfólkini vilja vera við, at OGA og "UK Department for Business, Energy and Industrial Strategy (BEIS)” ólógliga stuðla olju- og gassvirksemi, sum ikki er lønandi og í stríð við “net zero” mál. 

Eitt av endamálunum við at fara í rættin er at fáa steðgað framtíðar olju- og gassútbyggingum í Norðsjónum, serstakliga vestan fyri Hetland, har fleiri útbyggingar eru í stoypiskeiðini. 

Stjórnin hevur annars saman við vinnuni gjørt ein sáttmála, sum miðjar móti at lækka CO2 útlátið um somu tíð sum vinnan kann fara undir útbyggingar, sum skulu tryggja framhaldandi olju- og gassframleiðslu - heldur enn at gera Bretland bundið at innfluttari olju og gassi úr øðrum londum. Partur av hesi avtaluni er m.a. at minka um útlátið frá pallum til havs við at leggja um frá gassi til streym. Avtalan hevur eisini avgerandi týdning fyri bretsku veitingarvinnuna, sum fevnir um fleiri hundraðtals túsund arbeiðspláss.