Uttanlands

Umhvørvisfólk ætla sær í rættin við bretsku stjórnini

-tí hon ikki vil fylgja donsku avgerðini at steðga nýggjari oljuleiting

2021-05-20 12:55 Author image
Jan Müller

Umboð fyri umhvørvisfelagsskapir í Bretlandi ætla sær nú í rættin við stjórnini, sum hevur gjørt greitt, at hon ætlar sær ikki at steðga nýggjari leiting ella  framleiðsluni av olju og gassi á bretska landgrunninum og harvið fylgja donsku avgerðini  - eitt krav, sum umhvørvisfólk annars hava sett fram.  

Tað eru trý umhvørvisfólk, sum sambært Financial Times, vilja hava rættin at nokta stjórnini framhaldandi at loyva olju- og gassframleiðslu. Stigtakararnir, sum fáa stuðul frá  Greenpeace, Friends of the Earth Scotland og  UK Student Climate Network, hava biðið um at fáa eina nýggja løgfrøðiliga meting av strategiini hjá the Oil & Gas Authority, sum er bretska Jarðfeingi, og sum snýr seg um at “maximise the economic recovery” av kolvetnisgoymslunum í undirgrundini.

Royndin hjá umhvørvisfólki er at fáa stjórnina at fylgja donsku avgerðini at gevast við nýggjari leiting og gevast við olju- og gassframleiðslu í 2050. Fyrr í ár gjørdi stjórnin tó greitt, at hon ætlar sær ikki at fylgja donsku avgerðini at banna nýggja leiting. Í staðin hava ráðharrar í stjórnini sagt seg vilja taka upp til viðgerð eina sonevnda  “climate compatibility test”, áðrenn nýggjar leitiútbjóðingar verða framdar,  te. m.a. eisini at hyggja eftir lokala tørvinum á kolvetnum.

Í dag standa olja og gass fyri tveimum triðingum av bretska orkutørvinum.  Bretska vinnan hevur annars sagt seg vilja minka um CO2 útlátið við eini helvt í 2030. Umhvørvisfólkini halda ikki, at hetta ber til, um nýggj loyvi nú verða latin til oljuleiting- og framleiðslu. Eisini vísa tey á, at skattingin av oljufeløgunum er alt ov lág.