Uttanlands

Upprudding í Norðsjónum: Oljupallur fluttur trygt til lands

Tann triði av fýra Brent oljupallum eystan fyri Hetland er nú fluttur til lands, har hann verður tikin sundur og endurnýttur eftir 44 ára framleiðslu

Brent Alpha á síni seinastu ferð úr Norðsjónum til Able skipasmiðjuna í norðureystur Onglandi

Brent Alpha á síni seinastu ferð úr Norðsjónum til Able skipasmiðjuna í norðureystur Onglandi

2020-06-26 12:37 Author image
Jan Müller

[object Object]

Nú oljuvinnan í Norðsjónum hevur nærum fimti ár á baki eru mangar av olju- og gasskeldunum tómar ella við at tømast. Tá er tað ábyrgdin hjá oljufeløgunum, sum hava staðið fyri framleiðsluni øll árini, at rudda upp eftir sær. Tað merkir, at pallar á sjónum og útbúnaður á havbotninum skal flytast til lands aftur til at takast sundur og endurbrúkast.

Hóast her enn bert er talan um fáar pallar, sum eru fluttir til lands, so síggja vinnufyritøkur hetta sum byrjanina til eina heilt nýggja vinnugrein, ið verður rópt “decommissioning” ella niðurtøka. Mett verður at fleiri hundrað pallar fara at verða tiknir niður komandi árini og fer hetta at skapa nógv arbeiðspláss og geva stórar inntøkur til móttøkuøkini kring Norðsjógvin.

[object Object]

Henda nýggja og krevjandi avbjóðingin fekk nøkur ár herfyri heimsins størstu flutningsfyritøku á sjónum, Allseas, til at byggja heimsins størsta far, Pioneering Spirit, sum er bygt til burturav at taka niður og flyta risastórar oljupallar til lands.

Nú um dagarnar fór skipið undir at lyfta og flyta ein av stóru pallunum í Norðsjónum til lands. Talan var um Brent Alpha, sum var ein av fýra Brentpallum í bretska partinum av Norðsjónum. (Sí grein á oljan.fo í vikuni, tá pallurin varð fluttur.)

Í gjár var pallurin fluttur seinasta teinin til Able skipasmiðjuna í Onglandi á einum risastóra flaka, “The Iron Lady”. Har fer hann komandi tíðina at verða tikin sundur fyri síðani at verða endurnýttur til ymisk endamál. Við hesi niðurtøkuni er bert ein framleiðandi pallur eftir á Brent økinum eystan fyri Hetland, Brent Charlie. Hinir báðir pallarnir, sum longu eru fluttir til lands, eru Brent Delta og Brent Bravo. Flutningurin av teimum trimum Brent pallunum er higartil tann mest umfatandi verkætlanin av sínum slag í heimssøguni.

[object Object]

Stórar íløgur eru gjørdar í havnalagið á Able Seaton Port í Onglandi fyri at vera fremst í kappingini um at taka niður gamlar oljupallar. Slíkt arbeiði krevur, at tú hevur eina sera sterka kei og havnalag. Able skipasmiðjan hevur so eisini gjørt seg út til at taka ímóti og goyma vindmylnuturbinur, sum skulu setast upp í Norðsjónum. Avtala er júst gjørd um at goyma 90 Mitsubishi Vestas turbinur, sum skulu setast upp í vindmylnulundinni Triton Knoll í Norðsjónum. So arbeitt verður í báðum endum tvs. niðurtøku av oljupallum og uppseting av vindmyllum.

Henda seinasta uppgávan at taka sundur Brent Alpha pallin niður fer at geva arbeiði til 80 fólk í eitt ár. Meira enn 97% av pallinum verða endurnýtt.

[object Object]