Innanlands

Úr Norðsjónum til Føroya at skifta manning

Hetta er árstíðin, tá úlendsk frálandsskip koma til Føroya at skifta manning

2021-03-08 17:36 Author image
Jan Müller

[object Object]

Korona og torføra støðan á oljumarknaðinum hevur avleiðingar fyri frálandsvinnuna. Fyrr sóu vit javnan bæði útlendsk og føroysk frálandsskip leggja at í føroyskum havnum fyri at skifta manning og keypa vørur og tænastur. Men í verandi støðu eru vitjaninar sera avmarkaðar.

Bretsku  frálandsreiðaríini hava tó eina skipan í samstarvi við skattamyndugleikarnar, har teirra skip eina ferð um árið, kunnu fara í útlendska havn at skifta manning. Tað gevur teimum ávísar fyrimunir. Og frá desember til út í mars mánað er vanligt at síggja bretsk frálandsskip koma í føroyska havn fyri at skifta manning. 

Eitt av hesum manningarskiftum fór fram í Havn í gjár, tá Grampian Sovereign kom til Føroya úr Norðsjónum. Teir ellivu menninir umborð, bretar og pólendingar,  fóru í land og víðari til Skotlands, og aðrir ellivu komu við flogfarinum.  

Nú korona ger um seg hava onkur stór reiðarí so sum Vroon, ið eigur mong frálandsskip, sum arbeiða í Norðsjónum og vestan fyri Hetland, valt, bara at brúka Aberdeen til manningarskifti. 

Tað er Faroe Ship, sum er umboð fyri North Star Shipping, ið eigur Grampian Sovereign. Ì dag leggur veitingarskipið leiðina til Aberdeen, har tað hevur heimstað saman við hinum 37 frálandskipunum hjá reiðaríinum.