Uttanlands

USA og Russland umrøða oljuprísin

Trump forseti vil hava Russland og Saudi-Arabia aftur til samráðingarborðið fyri at fáa meira støðug viðurskifti á oljumarknaðinum

2020-04-01 21:35 Author image
Jan Müller

Amerikanski forsetin Donald Trump og russiski forsetin Vladimir Putin eru vornir samdir um at taka upp samráðingar um møguleikan fyri at fáa javnvág í aftur oljumarknaðin. Tíðindini høvdu við sær, at oljuprísurin, sum nærkast 20 dollarum, hækkaði til góðar 23 dollarar fyri tunnuna í gjár. Tað er Reuters, sum ber tíðindini.

Teir báðir forsetarnir hava avtalað, at orkuumboð fyri bæði londini skulu byrja samráðingar sum skjótast fyri at fáa bøtt um sera óhaldbaru prísstøðuna við søguliga lágum oljuprísum. Seinastu metingarnar av komandi oljuprísinum eru, at hann fer at nærkast 10 dollarum í næstu framtíð. Tað var Trump, sum ringdi til Putin fyri at umrøða oljuspurningin sum heild og helst eisini fyri at fáa russiska forsetan at seta seg aftur við samráðingarborðið saman við Saudi-Arabi og møguliga eisini fara so langt sum at minka um boykotttiltøkini móti Russlandi. Eitthvørt framstig í samráðingunum millum Saudi Arabia og Russland fer at hækka oljuprísin siga greinarar. Oljuprísurin í løtuni hevur ikki verið so lágur í 18 ár. Umframt lága oljuprísin hóttir eisini koronavirussið altjóða búskapin.

Seinasta nýggja í ojuprískrígnum er, at Saudi-Arabi hevur hækkað sína oljuframleiðslu til 10,6 mió. tunnur um dagin og hevur tað alt fyri eitt havt ávirkan á oljuprísin. Um somu tíð hevur koronakreppan av álvara avmarkað eftirspurningin eftir olju. Hetta er orsøkin til, at fleiri av heimsins oljureinsaríum hava lækkað framleiðsluna. Í Evropa er framleiðslan á reinsaríunum minkað við 1,3 mió. tunnum um dagin veit Reuters at siga frá.