Innanlands

Útlendsk frálandsreiðarí væl nøgd við tænastu í Føroyum

Í farnu viku kom eitt av frálandsskipunum hjá norska reiðaríinum Solstad á Havnina fyri at skifta manning

Far Sigma hjá Solstad í Norra á Havnini fyri at skifta manning. Mynd Jan Müller

Far Sigma hjá Solstad í Norra á Havnini fyri at skifta manning. Mynd Jan Müller

2021-09-20 16:17 Author image
Jan Müller

Tað kemur javnan fyri, at frálandsskip, sum arbeiða á leiðunum eystan og sunnan fyri Føroyar eins og í Norðsjónum leggja leiðina til Føroya, tá manningarnar skulu skiftast. Flogvøllurin í Vágum er magnetin, sum dregur. Tí við tí sera góða sambandinum, sum er millum flogvøllin og umheimin, ber skjótt og lætt til at skifta manning við at leggja inn í føroyska havn.

Tað hendi so aftur í farnu viku, tá Far Sigma, eitt av mongu frálandsskipunum hjá norska reiðaríinum Solstad, kom á Havnina fyri at skifta manning. 15 mans fóru í land og á flogvøllin, og 15 aðrir mans komu við flogfarinum. Í flestu førum ber til at sleppa í luftina sama dag, men liggur tað ikki fyri, so eru gistingarmøguleikarnir framúr góðir.

Alt hetta er nakað, sum útlendsk reiðarí, ið hava skip, sum arbeiða í grannalagnum, virðismeta høgt. Og eftir øllum at døma eru tey eisini væl nøgd við tænastuna skip og manningar teirra fáa í føroyskari havn.

Tróndur á Høvdanum, sum tekur sær av slíkum skipavitjanum hjá Faroeship, heldur fyri, at reiðaríini er sera væl nøgd fyri tænastuna tey fáa í Føroyum. -Hesaferð var tað eitt av skipunum hjá Solstad, sum kom á Havnina fyri at skifta manning. Tað er sjáldan, at Solstad skip koma henda vegin, so kanska hetta lovar væl fyri framtíðina, og  tað kann væl vera, at fleiri reiðarí fara at brúka Føroyar til manningarskifti og møguliga eisini til aðrar tænastur heldur Tróndur, sum vísir á, at tað er gott at síggja, at fleiri reiðarí fáa eyguni upp fyri møguleikunum at brúka Føroyar sum tænastustað til eitt nú manningarskifti.  

Onnur reiðarí, sum plaga at lata síni skip koma henda vegin, eru m.a. VOS, Grampian, ESVAGT, Maersk oo. Í flestu førum er talan um manningarskifti, men tað hendir eisini, at tey proviantera og bunkra her eisini ella  koma inn at kroka.

Far Sigma, sum koma á Havnina í farnu viku, arbeiðir á Foinaven oljufeltinum har suðuri á Atlantsmótinum og tætt við føroyska markið. Tað var hetta oljufeltið, sum tað fyrsta byrjaði oljuframleiðslu vestan fyri Hetland. Hetta var í 1997. Oljukeldan var funnin  í 1990. Foinaven var sum so eisini startskotið til oljuleitingina við Føroyar. Hon var orsøkin til, at útlendsk oljufeløg fóru at vísa áhuga fyri føroysku undirgrundini, beint hinumegin markið og stutt frá Foinaven.  Og hon var eisini orsøkin til, at oljufeløg fóru at bora aðrastaðni á Atlantsmótinum og gjørdu fleiri stór olju- og gassfund.

Hesi nærum 25 árini hevur BP framleitt 390 mió. tunnur av olju á Foinaven kelduni. Eftir eru umleið 200 mió. Tunnur, sum BP ætlar at taka upp komandi árini. Men fyrst skal gamla Petroljarl Foinaven framleiðsluskipið skiftast út við eitt nýtt oljuskip. Tað verður so í næstu framtíð.