Uttanlands

Vaksandi áhugi fyri at leita eftir olju nær Føroyum

35 oljufeløg vilja leita eftir olju og gassi á bretska landgrunninum, eitt nú tætt við føroyska markið. Hetta er úrslitið av nýggjastu útbjóðingini.

35 oljufeløg vilja leita eftir olju og gass á bretska landgrunninum vísir nýggjasta útbjóðingin

35 oljufeløg vilja leita eftir olju og gass á bretska landgrunninum vísir nýggjasta útbjóðingin

2018-11-15 13:53 Author image
Jan Müller

 

36 umsóknir komu inn til seinastu leitiútbjóðingina á bretska landgrunninum og meta myndugleikarnir hetta vera eitt gott úrslit, tó at veruligi áhugin fyri at binda seg til at bora brunnar kundi verið størri. Tilsamans 35 oljufeløg søktu um 164 teigar í 31. útbjóðingini, sum lat aftur 7. november. Økini, sum vórðu boðin út, eru bæði í Norðsjónum, í ensku kanalini og vestan fyri Hetland. Tey fevna um eitt øki, sum er 370.000 ferkilometrar stórt. Almenni oljumyndugleikin er farin í gongd við at viðgera umsóknirnar, og roknað verður við, at loyvini verða latin í 2. ársfjórðingi í 2019.

Nick Richardson, sum stendur á odda fyri útbjóðingini hjá OGA, Oil and Gas Authority, sigur í eini viðmerking, at umsóknirnar eru lovandi. Talið á økjum, sum søkt er um, er eisini økt munandi við eini tvífaldan í mun til eitt nú 29. útbjóðingina í 2016. Tá lótu 24 oljufeløg inn umsóknir til 113 teigar.

Mett verður eisini, at almenna fíggjanin av nýggjum data hevur havt sína jaligu ávirkan á útbjóðingina. OGA hevur áður víst á sína ónøgd við, at so fáir brunnar verða boraðir. Stovnurin sigur, at henda óhepna gongdin tykist halda fram og heitir tí á oljufeløg, sum hava fingið leitiloyvi, um umframt at gera ymsar kanningar eisini at bora fleiri brunnar.

Borivirksemið á bretska landgrunninum hevur verið metlágt seinastu árini. Sambært frágreiðing frá Oil and Gas UK vórðu 23 leiti- og metingarbrunnar boraðir í 2017, ein minking uppá 50% sammett við støðið seinastu fimm árini. Roknað verður við 10-12 leitibrunnum og 7-10 metingarbrunnum í hesum árinum. Neyðugt er við fleiri leitibrunnum skal landgrunnurin liva upp til langtíðar metingarnar av oljugoymslum.

Bretska stjórnin hevur roynt at stuðla oljufeløgunum við at lata teimum ókeypis data. Í árunum 2015 og 2016 fíggjaði stjórnin seismiskar kanningar til eitt virði uppá nærum 400 mió. kr. Tað er so eisini uttan iva ein orsøk til, at so mong oljufeløg hava latið inn umsóknir.