Uttanlands

Varpa ljós á framleiðsluskip til Rosebank útbygging

Enn ein oljuútbygging eystan fyri Føroyar er nú komin  á breddan. Equinor tekur týðandi stig til at útbyggja oljukeldu nær føroyska markið

Um nøkur ár verður hetta oljuframleiðsluskipið møguliga at síggja á leiðini eystan fyri Føroyar.

Um nøkur ár verður hetta oljuframleiðsluskipið møguliga at síggja á leiðini eystan fyri Føroyar.

2021-06-16 11:10 Author image
Jan Müller

Nú um dagarnar frættist, at bretska oljufelagið Siccar Point Energy saman við Shell høvdu sent myndugleikunum umsókntil umhvørvisgóðkenning til  útbygging av Cambo-oljukelduni. Cambo liggur tætt upp at føroyska markinum. Nú ganga so tíðindi um útbygging av eini aðrari keldu skamt frá føroyska markinum, Rosebank. Tað er oljufelagið Equinor, sum er komið eitt týðandi stig víðari í ætlanunum at útbyggja hesa kelduna eisini. Saman við veitarafelagnum Altera verður nú gjørd kanning av ymsum framleiðslumøguleikum og er ein teirra, sum eftir øllum at døma verður raðfest høgt, framleiðslu- og goymsluskipið (FPSO) Petrojarl Knarr.

[object Object]

Rosebank oljukeldan eystan fyri føroyska markið. Longur syðri liggur hin stóra oljukeldan Cambo. 

Sambært Energy Voice sigur ein umboðsmaður fyri Altera, at valið av Knarr framleiðsluskipinum er eitt sera gott boð, nú skipið egnar seg sera væl til harðbælna veðurlagið millum Hetland og Føroyar. Umboðsmaðurin leggur  síðani aftrat, at einki er til hindurs fyri at reka framleiðsluna umborð við streymi úr landi fyri á tann hátt at minka um CO2 útlátið, ein gongd, sum er alt meira frammi.  Skipið, sum varð bygt í Suðurkorea í 2014, hevur framleitt olju á Knarr-feltinum í Noregi síðani 2015 og gongur sáttmálin út í næsta ár. Nú grøna orkuskiftið er so frammaliga í kjakinum um nýggjar oljuútbyggingar, verður víst á, at skipið varð nettupp bygt til eisini at kunna arbeiða við streymi úr landi. 

[object Object]

Nógvar olju- og gasskeldur eru funnar eystan fyri føroyska markið. Nakrar teirra hava framleitt nú í mong ár, og nú standa aðrar fyri tørni at byggja út, so sum Cambo og Rosebank. 

Equinor, sum er fyristøðufelag fyri Rosebank, avgjørdi í fjør at útseta avgerðina um útbygging vegna korona, og fer  so at taka endaliga støðu í mai 2022. Kanningarnar av framleiðsluskipi eru partur av hesi komandi avgerðini. Upprunaliga varð mett, at ein útbygging fór at kosta einar 35-40 mia. kr.  men Equinor metir nú, at hetta kann gerast nógv bíligari og verða m.a. royndir frá útbyggingum í Barentshavinum brúktar sum grundarlag fyri nýggju metingini. Umframt eitt framleiðsluskip verður eisini arbeitt við eini ætlan at bora 20 framleiðslubrunnar. Hetta talið kann tó minkast í endaligu ætlanini.

[object Object] 

Miðskeiðis millum Hetland og Føroyar verður olja og gass framleitt, eitt nú á Foinaven, Schiehallion, Clair, Laggan Tormore, Glenlivet og Edradour. Nú verður ljós varpað á tær báðar keldurnar Rosebank og Cambo, sum liggja tætt við markið.

Rosebank oljukeldan, sum liggur eystan fyri Føroyar, var funnin í 2004. Í mong ár var tað amerikanska oljufelagið Chevron, sum var fyristøðufelag og arbeiddi við eini útbygging. Tað seldi sín ognarlut til Equinor, sum nú fyrireikar eina útbygging saman við hinum eigarunum Suncor Energy og Siccar Point Energy, sum er fyristøðufelag á grannakelduni Cambo. 

[object Object]

Nú olju- og gassútbyggingar standa á gáttini til Føroyar, er føroysk veitaravinna klár til at taka ímóti nýggju og spennandi avbjóðingunum og veita vørur og tænastur tvørturum markið.

Kann fáa týdning fyri Føroyar eisini

Ein avgerð um at útbyggja Rosebank fer uttan iva at varpa ljós á aftur alt økið nærhendis Føroyum. Herfyri frættist, at arbeitt verður við ætlan at útbyggja eina aðra stóra oljukeldu eystan fyri Føroyar, nevniliga Cambo. Sæð við føroyskum eygunum fara tvær so stórar útbyggingar av olju- og gassfeltum so tætt upp at føroyska markinum,  at merkja, at alt hetta økið nærhendis Føroyum brádliga fær eitt spildurnýtt undirstøðukervið tvs. oljuframleiðsluskip og gassleiðingar, sum í framtíðini kunnu fáa stóran týdning fyri eina komandi føroyska oljuleiting og eftir tað útbygging. Cambo og Rosebank keldurnar kunnu tí gerast katalysatorurin til eitt komandi føroyskt oljuvirksemi, nú tað er vanligt, at oljufeløg, sum gera stórar íløgur í útbyggingar, gjarna síggja, at øki í grannalagnum eisini kunnu troytast til tess at økja um goymslurnar og harvið lønsemið. 

[object Object]

Triðja stóra olju- og gassútbyggingin á Atlantsmótinum er á Clair kelduni, Clair South, har BP er fyristøðufelag. Avgerð um hesa útbyggingina verður tikin í 2022 eins og Rosebank. 

Enn ein stór útbygging á Atlantsmótinum stendur eisini fyri framman. Talan er um Clair South, sum oljufelagið BP stendur fyri. Tað verður so  tann triðja útbyggingin á risastóra oljufeltinum, Clair, sum liggur miðskeiðis millum føroyska markið og Hetland. Henda útbygging hevur fingið somu lagnu sum bæði Cambo og Rosebank og varð í fjør sett í bíðistøðu vegna korona. Nú er so smátt aftur komið lív í hesa verkætlanina eisini og verður endalig støða til útbygging tikin í 2022.

Tað stendur greitt, at við trimum so stórum olju- og gassútbyggingum í føroyska grannalagnum,  verður tað Atlantsmótið, økið millum Hetland og Føroyar,  sum verður motorurin, høvuðsgrundarlagið undir oljuvirkseminum í Bretlandi sum heild. Spurningurin er so, hvørvítt grøna orkuskiftið kann vera við til at steðga hesi gongdini. Fyri at fáa útbyggingarnar av bakkastokki komandi árini mugu oljufeløgini tí taka stig til at fáa grønar orkuloysnir við í útbyggingarnar, og her er ein teirra so at skifta út gassturbinur á pallum og skipum við varandi orku frá m.a. vindmyllum á landi og til havs.

At ikki færri enn tríggjar stórar útbyggingar av olju- og gasskeldum eystan fyri Føroyar nú liggja í stoypiskeiðini, er avgjørt nakað, sum føroysk veitingarvinna hevur áhuga í og tí fylgir væl við í. Cambo, Rosebank og Clair South liggja so mikið nær Føroyum, at tað er ikki óhugsandi, at føroysk veitingarvinna kann lata vørur og tænastur til hesar stóru verkætlanir. Oljan.fo fer framhaldandi at fylgja við í hesi áhugaverdu gongdini.

[object Object]