Uttanlands

Verkfall kann leggja part av Oljunorra lamið

Um samráðingarnar millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum slitna kann stórur partur av norsku olju- og gassframleiðsluni verða steðgað

Stóra Troll gassfeltið kann verða rakt av verkfalli eins og Johan Sverdrup

Stóra Troll gassfeltið kann verða rakt av verkfalli eins og Johan Sverdrup

2021-02-15 17:58 Author image
Jan Müller

Hetta er tíðin, tá samráðingar eru á norska arbeiðsmarknaðinum, eitt nú í oljuvinnuni. Sambært norskum miðlum er møguleiki fyri verkfalli, sum kann raka týðandi lið í norsku olju- og gassframleiðsluni, eitt nú Mongstad terminalin og Johan Sverdrup feltið.

Vil tað illa til, so kann henda, at risastóra Johan Sverdrup verður latið aftur, gerst verkfall veruleiki. Hetta sigur Equinor í einum tíðindaskrivi í dag. Eitt verkfall kann eisini fáa avleiðingar fyri gassframleiðsluna á Troll feltinum. Tað kann eisini fáa avleiðingar fyri flutningin av gassi frá fleiri týðandi feltum so sum Kvitebjørn, Visund, Byrding, Fram og Valemon.

Gerst verkfall veruleiki kann tað koma at stegða einum triðingi av samlaðu norsku oljuframleiðsluni og 40% av gassframleiðsluni. Samanumtikið kann møguligt verkfall raka sjey olju- og gassfelt, sum framleiða 680.000 tunnur av olju og gassi um dagin.

Norra, sum er størsti framleiðari av olju og gassi í vesturevropa, framleiðir 2,1 mió. tunnur av olju um dagin. Framleiðslan av gassi svarar til 2 mió. tunnur um dagin.
 
Talan er ikki um stórt tal av fólki, sum kann fara í verkfall. Men bert fá fólk í verkfalli við týðandi arbeiðsuppgávum á eitt nú Mongstad terminalinum, sum tekur ímóti oljuni, kann fáa álvarsligar avleiðingar fyri fleiri felt.