Uttanlands

Vindmyllur í Danmark framleiða orku sum ongantíð fyrr

Ongantíð áður hava danskar vindmyllur framleitt so nógva orku sum tær gjørdu í fjør.

Neyvan nakra aðrastaðni í heiminum standa vindmyllur fyri so stórum parti av samlaðu streymnýtsluni sum í Danmark

Neyvan nakra aðrastaðni í heiminum standa vindmyllur fyri so stórum parti av samlaðu streymnýtsluni sum í Danmark

2021-01-04 18:33 Author image
Jan Müller

Hetta vísir ein uppgerð frá Wind Denmark, sum er áhugafelagið hjá donsku vindorkuvinnuni, sambært netmiðlinum Energy Watch mánamorgun.

Sambært Wind Denmark var samlaða framleiðslan frá vindmyllum í Danmark seinasta ár uppá 16,27 terawatt-tímar. Hetta er ein hækking uppá eitt prosent í mun til árið fyri eins og størsta framleiðslan nakrantíð. Methøga framleiðslan hevði við sær, at tær donsku vindmyllurnar framleiddu orku til tað, sum svarar til 46,1% av samlaðu streymnýtsluni í Danmark. 

“Tað eru góð tíðindi fyri grøna skiftið, at vit eru komin hartil, at vindorkan røkkur nýggjum hæddum í ársframleiðsluni,” sigur Jan Hylleberg, fyrisitingarstjóri í Wind Denmark. 

Samlaða framleiðslan er danmarkarmet, og luturin, sum vindorkan stendur fyri uppá góð 46% er nakað, sum einki annað land í heiminum er ført fyri at vísa á í síni elskipan.

Um ikki serligt eftirlit hevði verið við vindmyllunum, sum vóru noyddar at stongja part av árinum, so hevði parturin hjá vindorkuni verið omanfyri 51% vísa útrokningar.