Innanlands

Vísindavøkan: Føroyar sum CO2 goymsla

Í dag fer afturvendandi og sera upplýsandi tiltakið “Vísindavøkan” av bakkastokki kring landið.

Óluva Eidesgaard, jarðfrøðingur PhD á Jarðfeingi, fer á Vísindavøkuni at greiða frá, hví vit meta, at tað er møguligt at hava CO2-goymslur í Føroyum. Mynd Granskingarráðið.

Óluva Eidesgaard, jarðfrøðingur PhD á Jarðfeingi, fer á Vísindavøkuni at greiða frá, hví vit meta, at tað er møguligt at hava CO2-goymslur í Føroyum. Mynd Granskingarráðið.

2021-09-15 16:23 Author image
Jan Müller

Tiltakið verður á Sandi, í Runavík, í Klaksvík og í Sørvági í døgunum frá 15. til 22. september. Millum evnini, sum verða umrødd, er føroyska undirgrundin sum CO2 goymsla, nakað, sum kann fáa stóran týdning í grøna skiftinum, har granskað verður í nógvum londum at finna loysnir fyri at koma CO2 útlátinum til lívs ella í hvussu er minka tað  munandi.

Hesaferð er Jarðfeingi umboðað við ikki færri enn tveimum fyrilestrum, sum báðir nema við evni innan grøna orkuskiftið.

Fyrri fyrilesturin Føroyar sum CO2-goymsla verður at hoyra á Sands bókasavni kl. 19 mikukvøldið tann 15. september. Ein máti at minka CO2-útlátið er at goyma tað í CO2-goymslum, og hetta kvøldið fer Óluva Eidesgaard, jarðfrøðingur PhD, at greiða frá, hví vit meta, at tað er møguligt at hava CO2-goymslur í Føroyum. Royndir úr øðrum londum vísa, at CO2-goymslur hava eydnast væl í londum við somu jarðfrøði sum í Føroyum. Møguleiki er tí fyri, at føroyska undirgrundin er væl egnað til hetta endamálið.

Seinni fyrilesturin hjá Jarðfeingi verður í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum í Tórshavn fríggjadagin 24. september kl. 9.20, tá Jana Ólavsdóttir, jarðfrøðingur PhD, lýsir Grundvatn sum tilfeingi. Fyrilesturin snýr seg um teir møguleikar, sum grundvatn í føroysku undirgrundini kann geva samfelagnum viðvíkjandi t.d. drekkivatni og orkuframleiðslu. Fyrilesturin nemur við, hvussu vit kunnu gagnnýta grundvatn við at kanna, hvar vatnið situr í basaltinum, og hvat kann gerast fyri at skilja jarðfrøðina betur, soleiðis at sigast kann í hvørjum økjum, fláum, rivum v.m. mesta vatnið situr.

Rakul Maria Johannesen stuðul til CO2 verkætlan

[object Object]

Rakul Maria Johannesen, sum hevur fingið eina mió. kr. í stuðuli frá Granskingarráðnum til eina verkætlan at kanna møguleikarnar fyri at flyta og goyma CO2 útlát í føroysku undirgrundini. 

Nú goymsla av CO2 verður á skránni á Vísindavøkuni, er vert at tríva í góðu tíðindini herfyri um, at føroyska Rakul Maria Johannesen hevur fingið eina millión krónur í stuðli frá Granskingarráðnum til phd-verkætlanina TINNA – Jarðfrøðiliga loysnin at røkka null útláti. Rakul fer at starvast á Jarðfeingi og verður innskrivað sum phd-lesandi á Oslo Universitet. Á heimasiðuni hjá Jarðfeingi ber til at lesa meira um áhugaverdu verkætlananina:

“Jørðin verður í løtuni lutfalsliga nógv ávirkað av veðurlagsbroytingum, og verða ikki framd nøkur ítøkilig tiltøk í hesum sambandi, kann tað møguliga enda við eini altjóða veðurlagskreppu við álvarsligum avleiðingum fyri heimin. Føroyar hava í fleiri ár havt ætlanir um at minka um CO2-útlátið, men hetta hevur ikki eydnast higartil. Ein máti at minka um CO2-nøgdina í lofthavinum, og sum hevur verið brúktur síðani fyrst í 1970-unum, er at leiða og goyma CO2 niðri í jørðini.

Hóast møguleikin hevur verið kendur og brúktur leingi, er tað ikki fyrrenn seinastu 15 árini, at man í Íslandi og USA er farin at kanna møgleikan fyri at leiða CO2 niður í basalt. Hesar royndir hava víst, at CO2 reagerar lutfalsliga skjótt við basaltið, og tinnur vera gjørdar, sum fylla op og rivur í undirgrundini innan bert 2-5 ár. Hetta verður mett at vera sera effektivt, tí tað hevur víst seg at taka umleið 1.000 ár við øðrum grótsløgum. Hetta vísir, at basalt er sera væl egnað til hetta endamálið.

Endamálið við verkætlanini er at kanna, hvussu stórur partur av basaltpakkanum í Føroyum eru op, og um øki eru í Føroyum, sum eru betur egnað enn onnur øki til hetta endamálið. Hetta so at man kann fáa nakrar ábendingar um, hvussu nógv CO2kann leiðast niður í føroysku undirgrundina.

Vitanin, sum kemur burturúr hesi verkætlan, kann eisini brúkast í grundvatnsgransking fyri at finna út av, hvussu nógv vatn situr í føroysku undirgrundini, soleiðis at man í framtíðini kanska kann brúka vatnið til drekkivatn ella til upphiting av bygningum.

Phd-verkætlanin hjá Rakul Mariu Johannesen hevur stóran týdning fyri nýggju fokusøkini hjá Jarðfeingi og kann vera við til at flyta gransking av CO2-goymslum í basalti kring heimin annars fram á leið, nú farið verður meira og meira frá kolvetnisgransking til gransking við atliti til varandi orku, veðurlag og drekkivatn.”

Skráin fyri Vísindavøkuna:

Sands Bókasavn mikukvøldið 15. september kl. 19

"Skolen settes paa Sands.” Ætlan um bygdaskúlar í Føroyum 1737.
Jákup Reinert Hansen, Søgu- og samfelagsdeildin, Fróðskaparsetrið

Føroyska undirgrundin sum CO2 goymsla
Óluva R. Eidesgaard, Jarðfeingi

Náttúruyrking frá landslagi til vistfrøði
Malan Marnersdóttir, Føroyamálsdeildin, Fróðskaparsetrið

Bókasavnið við Løkin mánakvøldið 20. september kl. 19

Í Roynd og Veru: Hybrid og grøna loysnin - Hvussu kann ferðslan á landi og sjógvi gerast leys av olju.
Kári Mortensen, Umhvørvisstovan

Samstarvið millum frítíðarskúla og skúla: Hvat riggar, og hvat krevur ábót?
Rúna í Skála, Námsvísindadeildin, Fróðskaparsetrið

"Beware of little expenses; a small leak will sink a great ship”: a case study of the North Atlantic pelagic fisheries
Zvonko Mrdalo, Søgu- og samfelagsdeildin, Fróðskaparsetrið

Klaksvíkar Bókasavn týskvøldið 21. september kl. 19

Føroyskur fiskivinnupolitikkur seinastu gott 40 árini
Hans Ellefsen, Søgu- og samfelagsdeildin, Fróðskaparsetrið

Náttúran í Koltri
Jón Aldará, Tjóðsavnið

Í Roynd og Veru: Sólorka - Royndir við sólorku í Føroyum. Loysir tað seg?
Bjarti Thomsen, Umhvørvisstovan

Sørvágs Bókasavn mikukvøldið 22. september kl. 19

Føroysk purisma
Jógvan í Lon Jacobsen, Føroyamálsdeildin, Fróðskaparsetrið

Í Roynd og Veru: Grundvatn - Hvussu vatnið í undirgrundini kann brúkast til veiting av brúksvatni og leiklutin, sum vatnið hevur í samband við jarðhita.
Meinhard Eliasen, Umhvørvisstovan